Breiða semjan

Í Krosskasti mikukvøldið 20. oktober var brot úr samrøðu, sum varð gjørd við undirritaða fyrr á degnum. Í samrøðuni varð týdningurin av, at tað verður samband millum fólkaviljan og politiska viljan, undirstrikaður. Eisini varð sagt, at setningurin, sum nú skal avgreiðast, er at kobla saman fólkaviljan nú og tann, sum fólkið sigur seg hava fyri framtíðina.

Undir orðaskiftinum í løgtinginum í síðstu viku var m.a. av Óla Breckmann víst á møguleikan, sum í Hvítubók verður nevndur Frælsur felagsskapur.

Undirritaði ætlaði í samrøðuni við sjónvarpið at fáa hetta fram sum loysnina, ið sannlíkið tykist vera størst fyri at fáa breiðan politiskan meiriluta aftanfyri. Í talvuni á síðu 71 í Hvítubók verður sagt um henda møguleikan, at hann gongur dygst at fullveldinum og ger eitt møguligt skifti til fullveldi formliga lættari, og at áhugin verður fluttur burtur frá spurninginum um, hvørt stjórnarrættarliga støðan Føroya er sambærlig við donsku grundlógina.

Hvat hetta ítøkiliga hevði borið við sær er ein av uppgávunum hjá samgonguni og teimum, sum annars fara at samstarva í hesum máli, at finna útav og síðani at royna at snikka eina semju saman.

Um boðskapurin ikki kom nóg væl fram í úrdráttinum, sum sjónvarpið gjørdi burturúr teimum tíggju minuttunum, vit prátaðu saman, so er tað bara undirritaði, sum hevur skyldina av tí.


Virðingarmest

Jóannes Hansen