Tað eru liðini hjá Gunnari Vatnhamar og Patriki Johannesen, Víkingur Reykjavík og Breiðablik, ið saman við Vali manna oddin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld hevði Breiðablik møguleikan - uttan Patrik á vøllinum - at taka oddasessin frá Víkingi, men á heimavølli á Kópavogsvøllinum snávaðu teir.
Breiðablik megnaði bert javnleik 1-1 móti Akranesi. Tað kravdi enntá eitt brotsspark seint í dystinum hjá Breiðablik at tryggja eitt stig.
Breiðablik-Akranes 1-1 (0-0)
0-1 Marko Vardic ('58)
1-1 Höskuldur Gunnlaugsson ('82, br.)
Víkingur er sostatt framvegis oddalið við 27 stigum. Breiðablik hevur 26 stig og Valur hevur 25 stig. Akranes á fjórða plássinum hevur 17 stig.
Komandi hóskvøld klokkan 20.15 spælir Víkingur á útivølli móti Stjörnuni. Kvøldið eftir klokkan 20.15 spælir Breiðablik á útivølli móti FH.