Pauli og HØJ vunnu føroyingauppgerðina móti FIF

HØJ er einasta liðið við fullum stigatali í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Enn ein føroyingauppgerð er leikt í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Boga Hansen, Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus og liðfeløgunum í FIF.

 

HØJ vann ein greiðan 31-24 sigur á FIF. Í steðginum var HØJ á odda 13-8.

 

Leivur skoraði trý mál, og Bogi og Jónas skoraðu hvør sítt mál fyri FIF.

 

HØJ er einsamalt oddalið í deildini við fullum stigtali, átta stigum fyri fýra dystir. FIF er næstaftast í deildini við tveimum stigum.

 

Í morgin klokkan 16 taka Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í HC Aarhus móti Odense á heimavølli.