Breiðablik uttan Klæmint tapti dystin um bronsuna

Breiðablik mátti lúta fyri Stjörnuni á heimavølli og má taka til takkar við fjórða plássinum, ið tó røkkur til evropeiska luttøku komandi kappingarár

Ígjár tók Breiðablik uttan Klæmint A. Olsen móti Stjörnuni á Kópavogsvøllinum í seinasta dystinum í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Breiðablik mátti vinna dystin fyri at tryggja sær triðja plássið og harvið bronsuheiðursmerki.

 

Men tað gekk ikki eftir ætlan. Stjarnan vann dystin 2-0. 

 

Sostatt fær Klæmint einki heiðursmerkið á hesum sinni, men hann og liðfelagarnir hava skrivað søgu við at vinna seg í bólkaspælið í Europa Conference League.

 

Fjórða plássið røkkur tó til, at Breiðablik kann taka lut í undankappingini til Europa Conference League komandi kappingarár.

 

26. oktober spælir Breiðablik á útivølli móti Gent í bólki B í bólkaspælinum í Europa Conference League.

 

Endaliga støðan í ovara endaspælinum:

 

 

 

Støðan:

 

NrLið:DystirVJTMálmunurStig
1Víkingur Reykjavík27213376:3066
2Valur27174666:3555
3Stjarnan27144955:2946
4Breiðablik271251052:4941
5FH271241149:5440
6KR271071038:4837