Breiddin lítil og spjaðingin stór

Kappróður: Eingi óvæntað úrslit vóru í ólavsøkuróðrinum, tá allir vinnararnir eisini gjørdust meistarar

Um kappróður verður gjørdur upp í spenningi og óvæntaðum úrslitum, so kann ikki sigast annað, enn at flestu kappingarnar á ólavsøku vóru tannleysar. Í øllum róðrunum vunnu favorittarnir, og spenningurin var lítil ella eingin í teimum fýra kappingunum, har teir bátarnir, sum høvdu vunnið í teimum undanfarnu fimm kappingunum, eisini vunnu hesa ferð.

Tjaldrið við dreingjum, Jarnbardur við kvinnum, Frúgvin við gentum og Argjabáturin vóru so sannførandi hesa ferð, sum teir hava verið í undanfarnu róðrunum, og harvið fingu allar hesar manningarnar hægsta samlaða stigatalið, sum er 42.

Spenningurin var stórur undan róðrunum hjá 6?mannaførunum við monnum og 10?mannaførunum, og tær báðar kappingarnar vóru sera, sera spennandi. Strálan og Vestmenningurin vóru favorittar, og bæði strandingar og vestmenningar livdu upp til tað, sum frammanundan varð roknað við av teimum.

Tað plagar meiri enn so at koma fyri, at onkrir bátar vinna á ólavsøku, sum ikki vinna FM, men soleiðis var tað ikki hesa ferð. Tær somu seks manningarnar vunnu FM og tað, sum millum róðrarfólk við hvørt hoyrist nevnt lítla FM.


Undanvindurin

Kappróðrarárið fer ivaleyst at standa í kappróðrarsøguni sum eitt av teimum mest væl eydnaðu. Kanska er talan um besta róðrarárið nakrantíð. Tað eru ymiskir mátar at gera upp. Um vit meta út frá róðrarlíkindunum, so ber ikki til at ímynda sær, at líkindini skulu vera betri, enn tey hava verið á teimum seks stevnunum í hesum sjáldsama góða sumrinum.

Um vit meta út frá kærunum yvir róðrarnar, so hevur einki verið at hoyrt um tær, og okkum kunnugt hevur dómsnevndin verið púra arbeiðsleys. Og meta vit út frá tíðini, sum tað hevur tikið at fáa kappingarnar frá hondini, so hevur hon í ár verið styttri enn nakrantíð áður.

Róðrartíðin hongur m. a. saman við veðrinum og álitinum, sum róðrarfólkini hava á startdómarunum og høvuðsdómarunum.

Í ár hevur RSF roynt at bøtt um fasta startin, og øll tey, sum eru uppií kappróðrinum eru samd í, at talan hevur verið um eitt plettskot.

Eitt sindur av tosi var undan norðoyarstevnuni um mátini. RSF setti eina nevnd at gera álit um átini. Nevndin skal vera liðug við arbeiðið seinnni í ár, og ætlanin er at málið skal viðgerast á aðalfundinum, sum sambært ásetingunum fyri sambandið skal vera hildin áðrenn 1. november.


Breiddin og spjaðingin

Í samanumtøkuni av árinum og við framtíðini í huga kunnu kappróðrar áhugað fegnast um, at sigrarnir í róðrarárinum 2000 vórðu býttir út á seks ymisk feløg. Feløgini, sum vunnu, eru tey í Runavík, á Strondum, á Argjum, minna felagið í Havnini, í Vestmanna og so felagið í Miðvági.

At sigrarnir eru spjaddir kring stór øki av landinum eigur at hava íblástur til nýggjar avbjóðingar við sær í hesum økjunum. Og so er at vóna, at onnur øki, sum áður hava verið væl við, men sum ikki hava verið so dúglig í ár og undanfarin ár, fara at koma afturíaftur. Her verður t. d. hugsað um Norðoyggar, eystara partin av Eysturoy og Suðuroy.

Á hinari síðuni er tað harmuligt, at tættleikin og harvið intensiteturin ikki hevur verið størri í fleiri kappingum. At ein og sami bátur so at siga hevur vunnið, tá teir fyrstu eitt hundrað metrarnir eru lagdir afturum, kveikir ikki áhugan.

Ivaleyst fara nýggjar royndir at verða gjørdar fyri at fáa bilbukt við mest vinnandi bátunum. Onkrar manningar, sum eingin hevur staðið kurl í ár, fara nú at spjaðast, og nýggir ungdómar skulu royna seg. Í øðrum feløgum verður kjølurin strektur til nýggjar bátar. Vónin er, at teir skulu vera við í kappingini um fremstu plássini.

Hvussu tað fer at hilnast, fæst fyrsta ábendingin um, tá fyrsti FM kappróðurin í 2001 verður á skránni um mánaðarskiftið mai/juni.