Verjin hjá norska yvirgangsmanninum og hópdrápsmanninum, sigur, at Anders Behring Breivik ynskir ikki at sita saman við øðrum fangum, tó at løgreglan ikki fer at biðja um longri avbyrging. Men leiðslan í fongslinum, har Breivik situr, hevur longu í august gjørt av, at hann framvegis kemur at sita avbyrgdur.
Sjálvur sigur Breivik, at hann fyribils ikki ynskir at sita saman við øðrum fangum, og samtyktin hjá fongsulsleiðsluni er galdandi fram til hin 8. februar í 2012.
Hetta dámar Breivik eftir øllum at døma væl, tí hann fer at kenna seg hóttan, um hann kemur at sita saman við øðrum fangum, sum hann heldur ikki hevur hug til í løtuni.
Anders Behring Breivik hevur aftur verið til avhoyringar hjá norsku løgregluni, og nú hevur hann eisini fortalt eitt sindur um, hvussu hann hevði tað í uppvøkstrinum, har hann sambært honum sjálvum fleiri ferðir var fyri harðskapi.
- Hetta snýr seg um ymiskt, sum hann upplivdi í ungdómsárunum, tá samanbrestir vóru millum ymiskar bólkar og tað umhvørvi, sum hann upplivdi í Oslo, sigur Geir Lippestad, verji, við NRK.