Breivik tvingsilsinnleggjast

Rætturin í Oslo gjørdi í dag av, at hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik skal tvingsilsinnleggjast í Ilja-fongslinum í fýra vikur, og at tveir sálarlæknar skulu halda eygað við honum hesa tíðina.

Teir báðir sálarlæknarnir, Agnar Aspass og Terje Tørrisen, bóðu rættin flyta Breivik til Diktamark Sykehus, men tað vildi rætturin ikki. Sambært norska kringvarpinum hava leiðslurnar í fongslinum og á sjúkrahúsinum havt fleiri samrøður í seinastuni, men rætturin sigur, at Ilja er tað tryggasta fongslið til eina tílíka kanning.

Sjálvur hevur Anders Behring Breivik sagt, at hann vil ikki arbeiða saman við teimum báðum sálarlæknunum, tí hann heldur ikki, at teir hava tann neyðuga kunnleikan til at gera eina meting av honum.