Breivik vil tosa við fjølmiðlarnar

Norski hópdrápsmaðurin Anders Behring Breivik er til reiðar at tosa við fjølmiðlarnar, tá bræva- og vitjanarforboðið í varðhaldinum fer úr gildi. Fleiri fjølmiðlar hava biðið um at sleppa at tosa við hann, og tað vil hann fegin, sigur verjin, Geir Lippestad.

-Eg havi tosað við hann um tað, og eg havi víst honum fyrispurningarnar, sum eru komnir. Hann er jaligur og sigur, at hann vil fegin tosa, tá hann fær møguleikan, sigur Geir Lippestad við VG.

Í norska fjølmiðlaheiminum eru fólk ymisk á máli um, at fjølmiðlar vilja sleppa at tosa við Anders Behring Breivik. Per Edgar Kokkvold, sum er aðalskrivari í Norsk Presseforbund, mælir fjølmiðlunum frá at tosa við hann, sjálvt um teir fáa møguleikan.

Aðalskrivarin sigur, at tað fer at leggja eitt óhugnaligt trýst á avvarandi hjá teimum, sum doyðu hann 22. juli, um fjølmiðlarnir fara at tosa við Breivik, áðrenn málið kemur fyri í rættinum.

-Í hesum føri eiga vit at hugsa meiri um tey avvarandi enn kunningarskylduna. Vit hava onga skyldu til bera tað víðari, sum hann heldur, sigur Per Edgar Kokkevold.