Brendi postin

Norska postverkið hevur givið einum postboði sekkin, tí maðurin setti eld á 400 kilo av posti leygarnáttina í síðstu viku. Undir avhoyringum sunnudagin viðgekk maðurin, at hann hevði sett eld á postin undir einari brúgv í Oslo, men hann dugdi ikki reiðiliga at siga, hví hann hevði gjørt tað. Alt fór ikki upp í royk, men tað mesta er so illa farið, at postverkið er farið undir at spyrja fólk, um tey sakna nakran post. Løgreglan er komin upp í málið, tí tað er ikki nóg stór revsing í sær sjálvum, at hann hevur mist arbeiðið. Løgreglan sigur, at málið er eisini revsivert sambært lógini, og tí kannar løgreglan tað í løtuni, skrivar Aftenposten.