Frystitrolarin Brestir liggur í Havn við brotnum motori.
- Krumptapaksilin skal umvælast í Noregi, og skipið fer helst ikki í vinnu aftur fyrr enn einaferð næsta ár.
Hetta veit danska heimasíðan, Fiskerforum, at siga um dagarnar.
Sagt verður, at føroyski frystitrolarin seinastu tveir mánaðirnar hevur ligið við bryggju í Havn
Við Fiskerforum sigur eigarin, Tummas Henriksen, at umvælingin helst fer at kosta einar tvær milliónir krónur.
- Okkara meting er, at ein umvæling av akslinum er besta loysnin. Vit umhugsaðu at skifta allan motorin, men tað hevði verið dýrari, sigur eigarin.
Reiðaríið eigur eisini trolaran Vesturvarða, og hann heldur fram við sínum virksemi sum higartil.
- Hetta er sjálvandi ógvuliga keðiligt, men vit mugu síggja í eyguni, at stórar maskinumvælingar taka tíð og kosta nógvan pening, sigur Tummas Henriksen við Fiskerforum.