Men helst verður valið hildið nakað fyrr enn 8. desember næsta ár, tí desembermánaður er ein keðiligur mánaður at halda løgtingsval í. Tí júst tað skal síðsta hond leggjast á løgtingsfíggjarlógina fyri 2027, og hevði tað órógvað fíggjarlógararbeiðið nógv minni, um valið til dømis varð hildið í september.
Hugsandi er tí, at løgmaður skrivar út val, tá hann setir tingið á ólavsøku. Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann útskrivaði nýval ólavsøkudag í 2015, og tað sama gjørdi Aksel V. Johannsen, tá hann skrivaði út valið í 2019. Tá varð valið skrivað út ein dag fyri 1. september, sum var valdur í 2015. Men tað var tí, at 1. september fall á ein sunnudag, og tá kann løgtingsval ikki haldast. Valið í 2019 var tí 31. august.
Eitt boð upp á ein valdag er tí um hetta sama mundið. Men í politikki kann alt henda, og tað kunnu vera nógv politisk viðurskifit, sum ger, at valið kanska ikki verður fyrr í síðstu løtu.
Úrslitið á seinasta løgtingsvali var hetta:
##med2##
Og soleiðis fullu persónligu atkvøðurnar hjá teimum 33, sum vórðu vald á ting:
| 1 | Javnaðarflokkurin | Aksel V. Johannesen | 1958 |
| 2 | Fólkaflokkurin | Beinir Johannesen | 1688 |
| 3 | Sambandsflokkurin | Bárður á Steig Nielsen | 1351 |
| 4 | Framsókn | Ruth Vang | 978 |
| 5 | Javnaðarflokkurin | Ingilín D. Strøm | 787 |
| 6 | Tjóðveldi | Høgni Hoydal | 762 |
| 7 | Tjóðveldi | Bjørt Samuelsen | 759 |
| 8 | Miðflokkurin | Jenis av Rana | 722 |
| 9 | Sambandsflokkurin | Magnus Rasmussen | 712 |
| 10 | Sambandsflokkurin | Erhard Joensen | 528 |
| 11 | Miðflokkurin | Steffan Klein Poulsen | 518 |
| 12 | Sambandsflokkurin | Johan Dahl | 502 |
| 13 | Fólkaflokkurin | Bárður á Lakjuni | 498 |
| 14 | Javnaðarflokkurin | Djóni Nolsøe Joensen | 495 |
| 15 | Tjóðveldi | Sirið Stenberg | 455 |
| 16 | Javnaðarflokkurin | Bjarni Hammer | 450 |
| 17 | Fólkaflokkurin | Árni Skaale | 422 |
| 18 | Javnaðarflokkurin | Jóhannis Joensen | 415 |
| 19 | Javnaðarflokkurin | Eyðgunn Samuelsen | 403 |
| 20 | Fólkaflokkurin | Jørgen Niclasen | 393 |
| 21 | Tjóðveldi | Hervør Pálsdóttir | 377 |
| 22 | Fólkaflokkurin | Elsebeth Mercedis Gunnleygsd. | 376 |
| 23 | Fólkaflokkurin | Jacob Vestergaard | 362 |
| 24 | Framsókn | Bjarni K. Petersen | 355 |
| 25 | Sambandsflokkurin | Eyðdis Hartmann Niclasen | 347 |
| 26 | Javnaðarflokkurin | Uni Holm Johannesen | 342 |
| 27 | Tjóðveldi | Annika Olsen | 336 |
| 28 | Javnaðarflokkurin | Henrik Old | 309 |
| 29 | Sambandsflokkurin | Kaj Leo Holm Johannesen | 308 |
| 30 | Javnaðarflokkurin | Margit Stórá | 305 |
| 31 | Tjóðveldi | Dennis Holm | 304 |
| 32 | Sambandsflokkurin | Helgi Abrahamsen | 284 |
| 33 | Framsókn | Sólvit Nolsø | 249 |













