Í dag boðar Nes kommuna frá, at stongt verður fyri vatninum fleiri staðni í kommununi - frá klokkan 10 fyrrapartin í morgin at rokna, og til arbeiðið verður liðugt.
- Hetta er vegna umlegging av vatnleiðinginum á Regnavegi, siga tey í kommununi.
Lagt verður aftrat, at økini, sum missa vatnið í morgin klokkan 10, eru: Regnavegur frá vatnbrunninum, Brekkuklettur, Svangaskarð, Høganesvegur, Undir Nesinum, Hjallavegur, Saltnesvegur og Rókavegur.











