Bretar fáa eina góða avtalu um markið

Í farnu viku skrivaði bretska blaðið ?Sunday Times?, at ein avtala er við at koma uppá pláss millum Bretland og Danmark um landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland, og at innihaldið í avtaluni er sera gott fyri áhugamálini hjá bretska oljuídnaðinum. Árni Olafsson vísir tó aftur, at ein slík avtala er um at verða klár

Jan Müller


Bretska blaðið Sunday Times hevði nú um dagarnar grein um marknatrætuna millum Føroyar og Bretland og vil blaðið vera við, at ein avtala, sum serstakliga gagnar bretskum oljuáhugamálum er komin undir land. Undir yvirskriftini ?Britain set for oil deal bonanza? skrivar blaðið, at ráðharrar í bretska uttanríkismálaráðnum eru tætt við at gera ein sera góða avtalu, sum kann geva bretska olju- og gasídnaðinum nýggjar leitingarmøguleikar á Atlantsmótinum.

Blaðið skrivar, at tað skilst á fólkunum, ið arbeiða í uttanríkisráðnum hjá Robin Cook, at tey eru við at leggja seinastu hond á innihaldið í eini avtalu við danskar myndugleikar um rættindi til at kanna tað, ið er kent sum ?Hvíta økið?, umráðið norðan fyri bretska landgrunnsmarkið móti Føroyum.

Avtalan, sum blaðið umrøður, verður sera væl mótttikin av ídnaðarfólki, tí hon kann geva bretskum feløgum stórar fyrimunir. Tíðindini eru sera kærkomin fyri oljusektorin, sum er hart raktur av lækkandi oljuprísum hesar seinastu 12 mánaðirnar.

Ein leiðandi kelda sigur við blaðið: -Eg skilji, at uttanríkisráðið er nær við tryggja ?a very good deal? - eina sera góða avtalu - fyri bretska oljuídnaðin. Um hetta er veruleiki, so eru møguleikar fyri kunna framleiða milliardir tunnur av olju í økinum, og hetta er nakað, sum verður sera væl móttikið í okkara ídnaði.

Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í London vil ikki siga, um ein avtala er við at koma uppá pláss við Danmark, sum umboðar Føroyar í uttanríkismálum. Hann sigur tó, at uttanríkismálaráðið kennir seg trygt við, at ein loysn verður funnin á trætuni um Hvíta økið, sum hevur staðið við í umleið 8 ár.

Ein talsmaður fyri British Petroleum sigur við Sunday Times: -Vit høvdu verið sera fegnir, um ein loysn varð funnin á hesi trætuni. Um ein slík ikki fer at loysa aktuellu trupulleikarnar í oljuvinnuni, so kann økið (Hvíta sonan) vísa seg at vera av sera stórum virði komandi árini.


Árni Olafsson vísir aftur leysatíðindum

Oljublaðmaðurin hjá skotska blaðnum Press & Journal, Geremy Cresswell, sum vanliga ger nógv burtur úr oljumálum, ið viðvíkja Atlantsmótinum, hevur í mánadagsútgávuni lagt greinina í Sunday Times fyri við Árna Olafsson, leiðara í føroysku samráðingarnevndini.

Hann vísir aftur, at nøkur endalig avtala er gjørd, sum skal tryggja bretskum áhugamálum stórar nýggjar møguleikar. Hóast tað at ?some progress? - einstøk framstig - sýnast at verða gjørd seinastu mánaðirnar, so var seinasti almenni fundurin millum Bretland og føroysk-donsku nevndina um eitt nú Hvíta økið hildin fyri meira enn einum ári síðani. Seinastu ferð, at partarnir formelt hittust var í september 1997 upplýsir Árni Olafsson fyri blaðnum.

-Eftir tað stóð fast í drúgva tíð. Síðani komu valini í bæði Danmark og Føroyum sigur Árni Olafsson.

Press & Journal skrivar annars, at danski forsætisráðharrin hevur nevnt málið, tá hann herfyri hitti Tony Blair, bretska starvsbróður sín. Blaðið veit eisini at siga frá, at tað hava verið óformellir fundir millum Árna Olafsson og Tony Brenton, sum er leiðari í bretsku samráðingarnevndini.

Tað sýnast at verða gjørd onkur framstig um, hvussu ein skal gera eina avtalu um túsundtals fjórðingar millum londini.

Árni Olafsson vil ikki fara út í smálutir, men Press & Journal skilur á honum, at ein avtala við Bretland er ikki eins nær, sum Sunday Times heldur.

?Eg kann vátta, at eg havi samband við mín bretska starvsbróður og at royndir verða gjørdar til tess at finna fram til eina møguliga loysn.

Olafsson tykist sambart Press & Journal at verða ikki sørt bilsin av, at ein avtala, sum í stórum gongur Bretlandi á møti og gevur ?big gains for British companies? tvs. stóran vinning fyri bretsk feløg, er um at gerast veruleiki. Hetta hevði verið ringt fyri (anathema) Føroyar, hvørs búskapur nærum fult og heilt er heftur at fiskivinnuni. Landsstýrið í Føroyum hevði ikki fingið undirtøku til at loyvt boripallum undir bretskari ?jurisdiction? at arbeiða í tí sum føroyingar meta vera sínar fiskigrunnar. Undir øllum umstøðum skal málið um eina skilagóða avgerð um miðlinju millum bretsku og føroysku fiskarísonurnar eisini verða loyst, hóast hetta ikki er nakar grundleggjandi trupulleiki skrivar Press & Journal.