Hendan íbúðarbygningin í Dnipro bumbaðu russar leygardagin. 72 íbúðir lagdar í oyði og í minsta lagi 60 púra ósek fólk doyðu, teirra millum eisini børn.

Bretar stuðla rættaruppgerð ímóti russiskum leiðarum

Bretland tekur undir við teimum, sum skulu tryggja, at russiskir leiðarar verða rættarfylgdir fyri kríggið í Ukraina.

Hendan íbúðarbygningin í Dnipro bumbaðu russar leygardagin. 72 íbúðir lagdar í oyði og í minsta lagi 60 púra ósek fólk doyðu, teirra millum eisini børn.

Bretska uttanríkisráðið sigur í dag, at Bretland fer saman við teimum, sum skulu gera eina ætlan fyri, hvussu russiskir leiðarar kunnu rættarfylgjast fyri kríggið ímóti Ukraina.

 

– Hesi brotsfólk skulu ikki sleppa órevsað, sigur bretski uttanríkisráðharrin, James Cleverly, í eini fráboðan. Hann sipar til tey mongu dripnu herfólkini og sivil fólk eins og allar tær milliónir av ukrainum, sum hava verið noydd at flýggja.

 

– Tí hevur Bretland tikið ímóti ukrainsku innbjóðingini til at koma við í hesa samgongu, har vit hjálpa til við okkara løgfrøðiligu serfrøði í at kanna møguleikarnar fyri at tryggja, at russiskir leiðarar verða settir til svars fyri sínar gerðir, sigur hann.

 

/ritzau/Reuters

 

Hendan íbúðarbygningin í Dnipro bumbaðu russar leygardagin. 72 íbúðir lagdar í oyði og í minsta lagi 60 púra ósek fólk doyðu, teirra millum eisini børn.