Breti granskar hví føroyingar ikki tosa danskt

Hann hevur bert verið her í fýra mánaðir. Tó tosar hann flótandi føroyskt, um enn eitt sindur hálvbrotið. John Mitchinson hevur lisið føroyskt í London, og nú granskar hann, við stuðli úr bretskum granskingargrunni, hvussu vit nýta danska málið í Føroyum

Málgransking

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Frá at vera almenna mál føroyinga, hjá valdinum og inni hjá Guði, og sum nær um rendi føroyska talumálið út av eggini til avgrundina, til í mestan mun at vera nýtt til at vegleiða ferðafólk og at døma við.

Gongdin og broytingin í nýtsluni av donskum máli í Føroyum og millum føroyingar verður nú granskað, og broytingarnar frá ættarliði til ættarlið lýstar.

- Eg havi sett mær fyri at kanna, hvussu danska málið varð nýtt fyrr í tíðini, og hvussu danskt verður nýtt í dag. Eg eri ikki tann fyrsti, sum ger hetta, men tað, sum er øðrvísi, er, at eg ætli mær at samanbera tað við málstøðuna í Grønlandi, greiðir John Mitchinson, maðurin handan granskingarverkætlanina, frá.


Onglendingur kannar danskt í Føroyum

At nýtslan av donskum máli í Føroyum verður kannað, er tó ikki meira hálva søgan. Maðurin, ið er farin undir hesa gransking, er nevniliga hvørki føroyingur ella dani. Hinvegin er hann onglendingur, úr Southend-on-Sea, eystanfyri London, 25 ár og lesur mál, eitt nú svenskt, týskt og føroyskt, á University College London.

Hann hevur tó havt ein serstakan áhuga fyri Føroyum. Hann fekk í eitt ár frálæru í at lesa og skriva føroyskt. Tað gjørdi hann hjá einum kendum føroyavini, Michael Barnis, ið eisini hevur undirvíst á Fróðskaparsetrinum.

Sum tann síðsti liðurin í lesnaðinum, skrivar hann nú doktararitgerð, ið er tann endaliga, og fyri okkum føroyingar kann hetta gerast ein spennandi og virðismikil ritgerð, tí hon er um nýtsluna av donskum máli í Føroyum í einum postkolonialum sjónarhorni.



Stuðul úr bretskum granskingargrunni

Tað er ikki bert fyri føroyingar, at hetta er eitt spennandi granskingararbeiði, ið fer fram.

John Mitchinson lesur sum sagt á University College London, og hevur sum so einki annað tilknýti til Føroyar, enn at hann fær praktiska hjálp av Fróðskaparsetrinum.

Øll granskingin, ið John ger um nýtsluna av donskum í Føroyum, er nevniliga fíggjað beinleiðis úr Onglandi. Har hevur hann stuðul fingið úr British Arts and Humanities Research Council, ella bretska hugvísindagranskingarráðnum til at arbeiða við granskingini í trý ár.

- Eg skrivaði eina umsókn um at eg ætlaði at granska hetta, og ráðið helt tað verða eina spennandi verkætlan at kanna hetta við Føroyum, og tí fekk eg stuðul til hesa granskingarverkætlanina, meðan tað kanska vóru fleiri onnur, ið ikki fingu stuðulin, greiðir John Mitchinson frá.


Serstøk málstøða

John Mitchinson hevur alla tíðina undir sínum lesnaði vitað, at hann vildi skriva um Føroyar. men at byrja við ikki um hvat. Hann tosaði við vegleiðaran hjá sær, Michael Barnis, ið kennir væl til Føroya søgu, og hetta vakti áhugan hjá John fyri føroysku málsøguni.

Hann byrjaði at lesa so nógv sum gjørligt um málstøðuna, og hann helt tað verða spennandi at fara at skriva um danskt í Føroyum.

- Tað er øðrvísi, enn støðan var í Hetlandi. Her hava tit tvey mál, ið líkjast nógv, og hetta er óvanligt tá mann tosar um koloniir, at í sama landi eru tvey ymisk mál, sum líkjast so nógv. Eisini støðan í Grønlandi har málini als ikki líkjast er áhugaverd, greiðir John Mitchinson frá.

Ætlanin er at samanbera málstøðuna í Føroyum við málstøðuna í Grønlandi. Hann hevur eisini lagt merki til eitt áhugavert fyribrigdi í Føroyum, ið ikki er at síggja nógva aðrastaðni.

- Tað sum er serliga áhugavert er, at øll duga danskt í Føroyum, men tú hoyrir ikki føroyingar tosa danskt. Tú sær danskt í sjónvarpinum, í bløðum og í bókum, men tú sært ikki føroyingar tosa danskt. Við ferðafólk verður tosað danskt, men føroyingar gera tað ikki, og tað er áhugavert, vísir John Mitchinson á.


Liðugur innan eitt ár

John Mitchinson hevur nú granskað hetta økið í tvey ár, og hevur sostatt bert tað eina árið eftir av stuðlinum frá bretska hugvísindagranskingarráðnum.

Hann er nú komin inn í síðsta stigið av granskingarverkætlanini, og væntar at verða liðugur við granskingina um eitt ár.

- Ja, tá havi eg eisini brúkt heili trý ár upp á tað, og so vóni eg at eg verði liðugur tá, sigur John í sínum fryntliga lagi.


Fýra mánaðir í Føroyum – tosar flótandi

Í eitt ár fekk hann undirvísing í at skriva og úttala føroyskt. Men sjálvur hevur John Mitchinson bert verið í Føroyum í tilsamans fýra mánaðir. Tó tosar hann flótandi føroyskt, um enn eitt sindur hálvbrotið, og at skriva á føroyskum liggur sera væl fyri.

Men hvussu er tað gjørligt hjá einum onglendingi at tosa og skriva flótandi føroyskt, tá hann bert hevur verið her í fýra mánaðir?

- Eg havi eisini lisið týskt, og tað gjørdi tað lættari at læra seg føroyskt, av tí at bendingarreglurnar líkjast so nógv. Men tað sum er torført er, at føroyskt, sum tú lærur úr bókunum, er ikki tað sama føroyska, sum fólk tosa á gøtuni. Tað er sera stórur munur á talumálinum og bókmálinum, leggur John Mitchinson dent á.


Fer møguliga at undirvísa

John lærdi seg føroyskt hjá Michael Barnis, sum tá undirvísti á universitetinum í London. Michael Barnis er tó í dag ein eldri harri, og er farin á pensjón. Tí er tað ikki longur gjørligt at fáa undirvísing í føroyskum í London.

Hetta verður tó møguliga broytt, tá John verður liðugur við doktararitgerðina, og kann kalla seg professara.

- Eg havi longu undirvíst eitt sindur á universitetinum í London. Eg havi ymiskar ætlanir, men eg haldi tað hevði verið áhugavert, um eg kundi komið til Føroyar at arbeiða. Men eg havi eisini hugsað um at taka tráðin upp eftir Michael, viðgongur John Mitchinson.

John Mitchinson verður liðugur við granskingina í Føroyum um góðan mánað, eg fer avstað aftur 6. Juli. Sostatt nær hann ikki at uppliva ólavsøkuna, ið hann sigur seg hava hoyrt nógv um, og tað harmar hann.

Spurdur, um hann ætlar tó sær at koma aftur til Føroyar, svarar hann.

- Sjálvandi, eg elski Føroyar!