Breti tikin av døgum í Kina

Hóast mótmæli frá bretsku myndugleikunum er bretski ríkisborgarin Akmal Shaikh tikin av døgum í Kina, har hann var dømdur til deyða fyri rúsevnasmugling. Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, sigur, at hann er skelkaður av upplýsingunum um, at deyðadómurin er fullførdur.

Bretska stjórnin og stuðlar hjá Sheikh vildu vera við, at maðurin var sálarliga sjúkur, og at hann bleiv lumpaður til at smugla rúsevni til Kina fyri tveimum árum síðani. Men hesum lurtaðu teir kinesisku myndugleikarnir ikki eftir.

Akmel Shaikh er tann fyrsti evropearin, sum er tikin av døgum í Kina síðani 1951.