Bretski krígsveteranurin, 64 ára gamli, Ian Arthur, hevur ta kenslu, at hann endiliga hevur fingið lívið aftur. Fyri 10 árum síðan byrjaði hann at fáa reyðar búldar á nøsina.
Tíðindastovan, South West News Service, stytt SWNS, veit at siga, at bretin fekk sjúkugreiningina, tey rópa “rosacea”, sum rakar bæði tálgarkertlarnar og blóðæðrar í andlitinum.
Knappliga byrjaði nøsin hjá Ian Arthur at veksa við nógvari ferð. Í 2022, tá koronu-farsóttin herjaði, var nøsin so stór, at hann byrjaði at krógva seg fyri fólki.
- Tað gjørdist bara verri og verri og meira og meira sjónligt. At enda byrjaði eg at føla meg sum eitt útskot, sigur hann við Manchester Evening News.
At enda føldi hann seg noyddan at siga seg úr starvi, og innkeypini gjørdi hann um kvøldarnar, tá færri fólk vóru úti.
- Eg føldi, at viðskiftafólkini, eg møtti á leiðini, bara hugdu at nøsini, sigur hann.
At enda fekk dóttirin sannført Ian Arthur um, at rættast var at søkja sær læknahjálp. Í fyrstani hugsaði hann um at fara á eina skurðstovu í Turkalandi.
- Jú, eg hugsaði um Turkaland, men so hugsaði eg eisini, at um ein ivasamur lækni skurðviðgjørdi meg, fór nøsin á mær kanska at detta av á heimferðini aftur til Bretlands, sigur hann.
At enda fór hann á gátt hjá Ever Clinic í Glasgow í Skotlandi, sum er kend fyri at skurðviðgera næsar sum slíkar, ið Ian Arthur nú gekk við.
Ein lækni fortaldi honum, at hann hevði tað, tey rópa “rhinofyma”, eisini kent sum blómkálnøs, sum menn oftari fáa enn kvinnur.
Eftir eina tveir tímar langa og væleydnaða geislaviðgerð, har allur vevnaður, sum var vorðin ov nógvur, var tikin burtur, fekk hin 64 ára gamli nú sína gomlu nøs aftur.
- Nú kann Ian Arthur endiliga liva eitt vanligt lív aftur, veit South West News Service (SWNS) at siga.
##med2##