Bretland trekkir seg úr fiskivinnusáttmálunum

Bretland skal taka ræðisrættin á sínum sjóøki aftur, sigur Michael Gove, enskur ráðharri í umhvørvismálum

Enska stjórnin hevur nú boðað frá, at hon fer at taka seg úr ymiskum fiskivinnusáttmálum. Talan er fiskuvinnusáttmálan úr London frá 1964, sum Bretland gjørdi við ES áðrenn landið bleiv limur. Hetta er fyrsta stigið í tvey ára longu tilgongdini at taka seg úr sáttmálanum.

 

London-sáttmálin frá 1964 loyvir skipum frá Onglandi, Fraklandi, Belgia, Týsklandi, Írlandi og Hollandi at fiska í sjóøkinum hjá hvør øðrum. 

 

- Vit geva boð um, at vit taka ræðið aftur nú. Vit vilja stýra, vit vilja avgera, hvør fær atgongd, segði Michael Gove, umhvørvismálaráðharri, við BBC í dag.

 

Michael Gove sigur, at hetta eisini verður gott fyri umhvørvið. 

- Felags fiskivinnupolitikkurin hjá ES hevur verið ein vanlukka fyri umhvørvið. Ein av orsøkunum til, at vit ynskja at broyta støðuna, er at vit ynskja eina burðardygga fiskivinnu í framtíðini, segði hann.

 

Hvørja ávirkan hetta fer at hava á avtaluna millum Føroyar og ES er enn óvist, men eingin ivi er um, at tað verður týdningarmikið at fáa eina góða avtalu í lag við Bretland, nú landið innan tvey ár ikki longur er limur í Evropiska Samveldinum.