Bretsk Tour de France hetja vann søguligt OL gull

Bradley Wiggins vann í dag tíðarkoyringina í súkkling. Hetta er sjeynda OL heiðursmerki Bradley Wiggins hevur vunnið og tað er meiri enn nakar annar breti. Bradley Wiggins vann fyrr í summar Tour de France.

 

Bradley Wiggins kom á mál við tíðini 50 minuttir og 39 sekund. Tað er 42 sekund skjótari enn Tony Martin úr Týsklandi, sum bleiv nummar tvey. Liðfelagin og landsmaðurin hjá Bradley Wiggins, Chris Froome, kom á mál á triðja plássi.

 

Við gull heiðursmerkinum hevur Bradley Wiggins nú vunnið sjey OL heiðursmerki. Fýra gull, eina silvur og tvær bronsur. Tað er eitt OL heiðursmerki fleiri enn rógvarin Sir Steve Redgrave, sum frammanundan var tann mest vinnandi bretin í OL høpi.

 

Bretland hevur nú vunnið tvey gull heiðursmerki í dag. Tað munar væl hjá vertslandinum, sum frammanundan onki gull heiðursmerki hevði vunnið.