Tað upplýsir bretska verjumálaráðið sambært BBC, AFP og Ritzau.
Skipið, sum eitur »Smyrtos«, liggur nú út fyri suðurstrondini í Onglandi, har tað verður hildið undir eftirliti.
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hevði givið boð um, at herdeildir skuldu steðga skipinum, sum royndi at sigla gjøgnum Ermasund.
– Hendan væleydnaða atgerðin er enn eitt slag móti Russlandi og ein áminning til tey, sum hjálpa krígnum hjá Putin í Ukraina, um at vit ikki fara at lata tey goyma seg, skrivaði Starmer á sosiala miðlinum X.
Skuggaflotin er heitið fyri eldri tangaskip, sum sambært vesturlendskum londum verða brúkt til at flyta olju og aðrar vørur uttanum altjóða revsitiltøk móti Russlandi.
Sambært bretska verjumálaráðnum var talan um fyrstu bretskt stýrdu atgerðina av hesum slagnum. Í henni tóku bæði herskip, tyrlur og serútbúnir hermenn lut.
Royal Marine-hermenn og serútbúnir løgreglumenn fóru umborð á skipið í samstarvi við franskar myndugleikar.
Bretski verjumálaráðharrin, Dan Jarvis, sigur, at Russland er treytað av skuggaflotanum fyri at fíggja kríggið í Ukraina.
– Russland er treytað av sínum skuggaflota fyri at fíggja stríðið í Ukraina, og okkara forboð eru eitt slag móti ólógliga krígnum hjá Putin, sigur hann.
Kríggið í Ukraina hevur vart síðani februar 2022, tá Russland gjørdi innrás í grannalandið.










