Miðlar: Samráðingarfólk komin til Teheran at gera avtalu lidna

Samráðingarfólk úr Katar eru morgun flogin til iranska høvuðsstaðin Teheran sum partur av arbeiðinum at fáa eina avtalu upp á pláss, ið kann enda kríggið millum Iran og USA.

Donald Trump skrivaði leygardagin, at ein avtala við Iran er ætlað at verða undirskrivað sunnudagin, men iranskir myndugleikar hava sagt, at eingin avtala verður undirskrivað um vikuskiftið. (Savnsmynd: Kevin Lamarque/Reuters)

Tað sigur ein kelda við kunnleika til samráðingarnar við Reuters.

Sambært kelduni verður arbeitt við einum sokallaðum avtalu-memorandumi, sum skal leggja politiska grundarlagið undir eina meira ítøkiliga og bindandi avtalu seinni.

Kortini hevur Iran enn ikki tikið endaliga støðu til uppskotið. Iranska tíðindastovan Fars skrivar, at bæði politisku, løgfrøðiligu og tøkniligu partarnir av avtaluni framvegis verða gjøgnumgingnir.

Tíðliga leygardagin skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á Truth Social, at ætlanin var at undirskriva eina avtalu við Iran sunnudagin.

– Avtalan er ætlað at verða undirskrivað í morgin, og beint aftaná verður Hormuzsundið opið fyri øllum, skrivaði Trump.

Útmeldingin kom tó í andsøgn til tað, sum iranska uttanríkisráðið hevði boðað frá fyrr sama dag. Har varð sagt, at eingin avtala fór at verða undirskrivað um vikuskiftið.

Hormuzsundið hevur stóran týdning fyri altjóða oljuhandilin. Vanliga fer umleið ein fimtingur av allari oljunýtsluni í heiminum gjøgnum sundið.

Kríggið millum Iran og USA byrjaði 28. februar eftir amerikanskar og ísraelskar álop á Iran. Síðani hevur stríðið vart í meira enn tríggjar mánaðir.

Ófriðurin hevur eisini elvt til nýggjar samanbrestir millum Ísrael og Hizbollah-rørsluna í Libanon, sum er sameind við Iran.

Túsundatals fólk eru deyð í stríðnum, serliga í Iran og Libanon, meðan oljuprísirnir kring heimin eru hækkaðir munandi.

USA hevur harumframt síðani 13. apríl stongt atgongdina til iranskar havnir í einum royndum at leggja trýst á iransku leiðsluna. Tað merkir, at skip ikki hava fingið loyvi at sigla til ella frá iranskum havnum í Omanvíkini og Persaflógvanum.

 

Donald Trump skrivaði leygardagin, at ein avtala við Iran er ætlað at verða undirskrivað sunnudagin, men iranskir myndugleikar hava sagt, at eingin avtala verður undirskrivað um vikuskiftið. (Savnsmynd: Kevin Lamarque/Reuters)