Bretski forsætisráðharrin fordømir Iran

Bretland fordømdi í dag at Iran hevur avrættað bretskt-iranska ríkisborgaran Alireza Akbari.

Alireza Akbari, sum áður hevur verið varaverjumálaráðharri í Iran, er avrættaður í Teheran. »Tað var ein kensluleys og ómanslig gertð, framd av einum ørum stýri uttan virðing fyri mannarættindum hjá sínum egna fólki,« sigur bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak. (Arkivfoto) - Foto: Wana News Agency/Reuters

– Eg eri skelkaður av avrættingini av bretskt-iranska ríkisborgaranum Alireza Akbari í Iran, skrivar bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, í einum tweeti.

Løgfrøimyndugleikarnir í Iran boðaðu fyrr í dag frá gjøgnum tíðindastovuna Mizan, at Alireza Akbari, sum áður hevur verið varaverjumálaráðharri í Iran, varð avrætta eftir at hava verið dømdur til deyða fyri ákærur um njósning fyri Bretland.

Bretsku myndugleikarnir hava roynt at fáa Iran til at umstoyta deyðadómin og lata hann leysan.

/ritzau/Reuters