Almenn vitjan
Triði og mest framstandandi ráðharrin, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður hitti á almennu vitjan síni í Bretlandi, var John Battle, varauttanríkisráðharri. John Battle er gamal kenningur hjá føroyingum, tí hann var orkumálaráðharri tey árini roynt varð at finna eina semju í marknamálinum. Tað var við honum sum ráðharra, at føroyingar og bretar skrivaðu undir endaligu marknaavtaluna.
-Eg bleiv snýttur fyri míni fyrstu Føroyavitjan, sigur ein brosandi og fryntligur John Battle við løgmann, tá føroyska ferðalagið hitti bretska varauttanríkisráðharran í uttanríkisráðnum seinnapartin mikudagin í farnu viku. John Battle helt fyri við løgmann, at tað var maðurin, sum sat í tí sessi hann sjálvur nú situr í, Tony Lloyd, sum fór til Føroya at undirskriva marknaavtaluna og ikki hann sjálvur. -Eg hevði sæð fram til tann túrin, men kanska hann verður eina aðru ferð, segði ein skemtandi John Battle, og løgmaður varð skjótur at bjóða John Battle til Føroya. -Er hann hugaður fyri at koma henda vegin, so skal hann vera hjartaliga vælkomin sigur løgmaður.
Eftir fundin við løgmann, sum vardi í góðan hálva tíma, segði bretski varauttanríkisráðharrin við Sosialin, at hann hevði ein sera góðan fund við "The Prime Minister of The Faroe Islands" sum hann málber seg á móðurmálinum. John Battle, sum fyrr hevur havt fundir við føroyskar ráðharrar, eitt nú Eyðun Elttør í sambandi við marknatrætuna á sinni, metir slíka vitjan eins og var talan um eina forsætisráðharravitjan í einum hvørjum øðrum landi.
John Battle ivast heldur onga løtu í, at talan er um eina forsætisráðharravitjan. -Anfinn Kallsberg hevur heiti sum "Prime Minister" og tað er í tí virðing og tign, at eg taki ímóti honum her í uttanríkisráðnum. Og hann heldur fram:
-Vit eru grannar, vit eru tættir og góðir grannar. Tað er tí sera gott at síggja løgmann og hansara fólk her í London, og tað vit nú eiga at gera er at fylgja upp hesi vitjan við at lata bretskar og føroyskar ráðharrar vitja hvør annan, og sjálvur leiti eg sum sagt eftir onkrum høvi at kunna fara til Føroya.
Olja og gass framtíðin
John Battle er sannførdur um - skal man hyggja inn í framtíðini - at tað er olja og gass, sum bæði londini fara at samvinna mest um. -Eg kann í hesum sambandi ikki lata vera við at vísa mína frøði yvir, at tað fyri nøkrum árum síðani eydnaðist okkum at finna eina loysn í marknamálinum, sum eg síggi longu hevur givið tað úrslit, at oljufeløgini fara at bora við Føroyar í summar.
John Battle, sum er púra greiður yvir, at tað liggur enn ein marknaósemja og bíðar - um stóru økini sunnan fyri Føroyar og vestan fyri Bretsku oyggjarnar - sigur, at tað nú skuldi verið greitt til at farið og hugt at økjunum, sum liggja uttan fyri 200 fjórðingamarkini og sum fevna um krøv frá Írlandi, Íslandi, Føroyum og Bretlandi. -Hetta er tann komandi avbjóðingin, so eg vil mæla til, at okkara teknisku serfrøðingar seta seg saman og arbeiða við tí málinum. Høvuðsmálið í hesum er at tryggja okkum og at birta uppundir hugin hjá oljufeløgunum at vilja gera íløgur í hesum stóra økinum í framtíðini.
John Battle sigur víðari, at umframt markið uttanfyri 200 fjórðingar og komandi oljuleiting har, so var eisini fiskivinnan á borðinum á fundinum við løgmann og her vísir hann á spurningin, hvussu man t.d. í Føroyum kann tryggja og menna sína egnu fiskivinnu og fiskiídnað samtíðis sum londini í ES seta út í kortið sínar reglugerðir og lógir.
John Battle sigur, at hann sjálvur hevur sett spurningar við nakrar av ES-reglugerðunum í hesum sambandi og ætlar hann at taka tað upp í ES-høpi saman við starvsfeløgum sínum, nevniliga ráðharrunum fyri landbúnað og fiskivinnu.
Spurdur hvussu stóran týdning Føroyar hava fyri trygdina hjá Bretlandi sigur John Battle, at hann sær ikki trygdina sum nakran stóran trupulleika, og metir í hesum sambandi Føroyar sum ein av góðu grannunum í Atlantshavi. -Markið millum okkara kann vera harðbalt og øgiligt, men tað er bara sjógvurin. Eg síggi eingi onnur mørk.
Tá vit spurdu John Battle, hvat hann heldur um sjálvstýristilgongdina í Føroyum svarar hann, at tað kann ikki vera hansara uppgáva at siga, hvat er gott ella ringt fyri Føroyar. -Tað mugu vera føroyingar sjálvir, sum evna til sín politikk á hesum øki og meta um, hvat er best at gera.