Bretskur stoltleiki til Kina

Nú verða bæði Land Rover og Jaguar “Made in China”.

Bæði Rover og Jaguar vóru í mannaminni ein av ímyndunum av stoltu bretsku handverkssiðvenjuni, men tey eru nú ogn hjá indiska Tata Motors. Og har hava eigararnir nú gjørt av, at íløgur fyri góðar 10 mia kr. verða gjørdar í eina nýggja bilverksmiðju í Kina.

- Kina er størsti marknaður okkara. Kinverski búskapurin er vaksin við eini ótrúligari ferð seinnu árini, og eg eri sannførdur um, at hendan ferðin heldur fram í nógv ár afturat, sigur Ralf Speth, sum er stjóri hjá Jaguar Land Rover, við Ritzau.

Við at byggja nýggja verksmiðju í Kina sleppur bilframleiðarin undan at rinda 25% í innflutningstolli, tá vørur verða seldar á kinverska marknaðinum.