breyt hondina

Í løtuni er ivasamt, um Leivur Holm verður at síggja aftur á kyndilsliðnum hetta kappingarárið

Sum kunnugt vann mansliðið hjá Kyndli steypafinaluna móti Neistanum leygardagin.

Sum vera man, so var lagið í kyndilsleguni gott eftir dystin, men kortini var gleðin nakað skerd hjá summum.

Leivur Holm varð nevnliga somikið óheppin, at hann breyt sær hondina tíðliga í dystinum.

At byrja við varð ikki hildið, at skaðin var serliga álvarsligur, men sunnudagin varð brotið staðfest, og vongspælarin noyðist nú at binda frið komandi fýra vikurnar.

Tá vit í gjár tosaðu við Kyndilsvenjaran, Sophus Dahl Christiansen, visti hann ikki at siga, um Leivur verður at síggja á liðnum, tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.

Framman undan noyðist Kyndilsliðið eisini at vera vinstrahondsleikaran, Róar Nielsen, fyri uttan. Eisini orsakað av brotið í hondini.