Bridge: Árni M. Dam og Marner Joensen vunnu FM fyri veteranar

Føroyameistarakappingin fyri veteranar varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. oktobur 2024.

 

Sum heitið ber boð er kappingin ætlað spælarum, ið hava nátt ein ávísan aldur, og varð treytin fyri at luttaka í kappingini at spæarar vóru føddir í 1961 ella áðrenn.

 

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt. 

 

Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 8 stig á muni millum sjey tey fremstu pørini, har ávikavist Marjun Restorff & Mads Guttesen og Árni M. Dam & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen og Henriette Svenstrup & Jórun Johannesen.

 

Tá leið móti endanum vóru tað serliga Árni M. Dam & Marner Joensen og Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen ið dystaðust um oddasessin, og endaliga úrslitið gjørdist at Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina við 218,5 stigum meðan Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen vunnu sær annaðplássið við 212,5 stigum. Triðjaplássið vunnu Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen sær við 180,0 stigum.

 

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

 

  1. Árni M. Dam – Marner Joensen                218,5 stig
  2. Carl Mikkelsen – Arnbjørn Sivertsen                    212,5 stig
  3. Jákup Hjaltalin – Hans Jacob Petersen               180,0 stig
  4. Marjun Restorff – Mads Guttesen             179,8 stig
  5. Henriette Svenstrup – Jórun Johannesen                       179,3 stig
  6. Valborg Rasmussen – Jón Rasmussen               170,5 stig
  7. Annika Olsen – Justinus Olsen                 170,3 stig
  8. Oddmar Danielsen – Ingibjørg Dam Hansen      168,8 stig
  9. Salomon Johansen – Zakaris Joensen                163,5 stig
  10. Danny Danielsen – Tordis Johannesen               157,0 stig

 

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping.

 

Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri blandað pør, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. novembur 2024. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.bridge.fo

 

##med2##

##med3##

##med4##