Bridge, Bellamy og Tevez bankaðu Chelsea - á Stamford Bridge!

Tað var hendingaríkt, tá Chelsea í dag tók í móti Manchester City. Øll eyguni vóru vend móti Wayne Bridge og John Terry, sum ikki tóku í hondina á hvørjum øðrum, tá spælararnir heilsaðu uppá hvønn annan.

 

Chelsea kom annars á odda, tá Frank Lampard stutt fyri hálvleik skoraði. Men áðrenn dómarin bríkslaði fyri steðginum, hevði Carlos Tevez javnað eftir ein Chelsea feil á miðjuni.

 

Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá Craig Bellamy í einum skjótálopi legði gestirnar á odda. Chelsea skifti álopskend út, men endaðu við at rinda prísin í hinum endanum. Innskifti Juliano Belletti koyrdi Gareth Barry um koll í Chelsea brotssteiginum, og fekk samstundis reytt kort. Tevez umsetti brotssparkið til mál. Løtu seinni økti Bellamy til 4-1 eftir enn eitt skjót álop. Tá hevði Chelsea miðvallarin Michael Ballack eisini fingið reytt kort, fyri eina takling móti Tevez. Frank Lampard minkaði um munin í yvirtíðini, tá Chelsea fekk brotsspark til endaliga úrslitið 4-2.

 

Chelsea er nú bara eitt stig frammanfyri Manchester United, ið er nummar tvey. Manchetser City hevur nú sett seg tungt á fjórða plássið. Teir hava trý stig fleiri enn Tottenham, ið er á einum fimta plássi, og fýra stig frammanfyri Liverpool og Aston Villa, ið eru nummar seks og sjey. Villa hevur spælt ein dyst færri.