Hevur tú hug at halda summarfrí í Kuba í ár? Hevur tú hug at arbeiða sjálvboðið arbeiði saman við øðrum norðbúgvum og kubanum? Hevur tú hug at ferðast kring hitt sosialistiska Kuba og uppliva sólsveiptu tropisku strendurnar og hitt fryntliga og stolta kubanska fólkið?
Um so er, hevur tú møguleikan at luttaka í føroysku brigaduni á »Brigada Nordica« í summar.
Farið verður úr Vágum umleið 3. juli, heimferðin verður 4 vikur seinni. Føroysku brigadistarnir búgva á eini legu nevnd »Campamiento Internacional Julio Antonio Mella« einar 45 kilometrar vestan fyri Havanna, saman við kubanum og brigadistum úr Íslandi, Noreg, Danmørk, Svøríki, Finnlandi, Bretlandi, Írlandi og Hálandi. Møguliga verða umframt hesi eisini onnur fólkasløg á leguni. Arbeitt verður í einar 7 dagar, ofta verður bert arbeitt fyrrapartar og ein hevur sostatt høvi til at súkkla ella ganga túrar og tosa við fólk í grannalagnum. Á leguni eru handil, barr, matarsalur, pallur til ymiskar framførslur í t.d. dansi, tónleiki o.ø., somuleiðis koma fólk á leguna at halda fyrilestrar, sýna film o.a. í fyrilestrahøllini.
Hevur tú hug at steðga longur ella fara til onnur latínamerikonsk lond, so ber hetta eisini til. »Brigada Nordica« er ein uppliving fyri lívið.
Ferðakostnaðurin er gott 8.000 kr. úr Vágum og aftur í Vágar. Uppihald við mati og útferðum og mongum øðrum tiltøkum kostar 250 dollarar. Ongar trupusjúkur eru í Kuba, so bert verður mælt til kopping móti stívkrampa og livrabruna. Øll læknaviðgerð er annars ókeypis í Kuba.
Ein treyt fyri at koma við er limaskapur í felagnum Føroyar-Kuba í minsta lagi í 2 mánaðir. Seinasta freist at tekna seg er 15. apríl, tey ið tekna seg fyrst hava sjálvsagt fyrsta møguleikan at sleppa við, tí vit fáa avmarkaða nøgd av ferðaseðlum. So vilt tú við ella er eitthvørt tú vilt hoyra nærri um, ring til: Jóhan Magnus, tlf. 10184, Tóru, tlf. 24372, Felagið Føroyar-Kuba, tlf. 13015, ella Arnbjørn, tlf. 12098.
Tú kanst eisini faxa 13824, ella skriva til Føroyar-Kuba, box 2055, 165 Argir. Eisini ber til at støkka inn á gólvið í hølum felagsins í Kongagøtu 11 (inngongd LFÚ) mikudagar kl. 16-18.
Felagið Føroyra-Kuba