Brillurnar hjá Klopp brotnaðu

Venjarin hjá Liverpool var so fegin um 5-4 sigurin, at brillurnar brotnaðu

Mynd: (Polfoto)

Liverpool vann í dag helst mest undirhaldandi dystin í hesum kappingarárinum, tá Jurgen Klopp og hansara menn vunnu 5-4 í evstu løtu á Norwich. Avgerandi málið kom fimm minuttir inn í yvirtíðina – tveir minuttir eftir, at Norwich hevði javnað.

 

Liverpool hevur havt trupult við at skjóta mál hetta kappingarárið, men í dag bar til - tó eisini hjá mótstøðuliðnum. Liverpool kom á odda, men síðani vendi heimaliðið dystinum og kom á odda 3-1.

 

Liverpool megnaði síðani at venda dystinum enn eina ferð, og leggja seg á odda 4-3, fyri síðani at síggja Norwich javna til 4-4 í yvirtíðina. Í allar seinastu sekundunum skoraði Adam Lallana til 5-4.

 

Týski venjarin hjá Liverpool var so fegin um málið, at hann endaði mitt í trunkanum, tá spælararnir fegnaðust á vøllinum. Tað sá út til at ganga útyvir brillurnar hjá Jurgen Klopp, sum at síggja til brotnaðu. Hann tók tær hvørtfall ikki upp á aftur. Tó er ongin vandi fyri, at venjarin hjá Liverpool ikki hevur ráð at keypa sær eina nýggjar.

 

Fyri Liverpool skoraði Roberto Firmino tvey, meðan Jordan Henderson, James Milner og Adam Lallana. Málini hjá Norwich skoraðu Dieumerci Mbokani, Steven Naismith, Wesley Hoolahan og Sebastien Basson.

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)

Mynd: (Polfoto)