Brim legði Teistan fyrsta túr í morgun

Fyri veður siglir Teistin ikki fyrsta túr úr Skopun í morgun fyrr enn klokkan 8.10.

Fyri veður siglir strandfaraskipið Teistin ikki fyrsta túr úr Skopun í morgun fyrr enn klokkan 08.10.

 

Teistin skuldi annars fara úr Skopun nú klokkan 06.45, men tá bilarnir vóru komnir umborð, og ferðafólkini vóru komin at sita, komu boð um, at siglt verður ikki fyrr enn klokkan 08.10.

 

Sagt verður, at tað eru streymviðurskiftini, sum gera tað trupult hjá Teistanum at fara úr Skopun nú klokkan 06.45.

 

Flestu ferðafólk, sum eru komin umborð á Teistan á veg inn á meginøkið til arbeiðis og í skúla, sita nú og bíða, til loyst verður klokkan 08.10.

 

Tey, sum eru í sms-tænastuni hjá Strandfaraskipum Landsins, fingu fyri løtu síðan sms-boð um, at tað er brim, sum tarnar siglingini, men at roynt verður aftur klokkan 08.10.