Brimil við í royndarboring

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil ger í hesum døgum botnkanningar millum Føroyar og Hetland. Kanningarnar verða gjørdar føroysku megin markið.

 

Hesum boðar heimasíðan Vørn frá.

 


Botnkanningar verða gjørdar í samband við, at royndarboringar eftir olju skulu gerast. Kanningar verða gjørdar, áðrenn byrjða verður at bora, og tá liðugt er at bora.

 


Biofar stendur fyri at gera kanningarnar, og teir brúka Brimil til endamálið. Seks fólk frá Biofar eru við Brimli, umframt umboð frá Statoil í eigur boriloyvi.

 


Dýpi har kanningarnar verða gjørdar er gott 1000 metrar.

 


Væntandi verður arbeiði liðugt í vikuskiftinum.