Britta: Ein persónur skuldsettur aftrat

Danska Bakmansløgreglan hevur nú skuldsett ein persón aftrat í svindilmálinum hjá Brittu Nielsen.

Danska Bakmansløgreglan hevur nú skuldsett ein persón aftrat í svindilmálinum, har Britta Nielsen er skuldsett og fongslað fyri av órøttum at hava snýtt danska almannaverkið, har hon hevði álitisstarv, fyri í minsta lagi 111 miljónir krónur.

 

Advokaturin hjá teimum skuldsettu í málinum, Andro Vrlic, váttar yvirfyri donskum miðlum í dag, at ein persónur aftrat nú er skuldsettur. Advokaturin sigur, at hann eisini umboðar henda persónin, sum noktar seg sekan í skuldsetingunum.

 

Andro Vrlic vil tó ikki siga nakað um, hvat hin seinasti skuldsetti í málinum ítøkiliga er skuldsettur fyri. Hann vísir á, at hann í løtuni bíðar eftir, hvat Bakmansløgreglan neyvt hevur skuldsett persónin fyri.

 

Sambært skuldsetingunum móti Brittu Nielsen hevur hon framt í minsta lagi 272 ólógligar flytingar í árunum 2002 og fram til 2018. Í starvinum hjá almannaverkinum varð víst henni stórt álit, og hon hevði eisini atgongd til týðandi skipanir heimanífrá.

 

Í byrjanini av september síðsta ár sjúkrameldaði Britta Nielsen seg, og fáar dagar eftir meldaði arbeiðsgevari hennara hana til løgregluna. Bæði Britta Nielsen og sonur hennara sita varðhaldsfongslaði, og sonurin er eitt nú skuldsettur fyri tað, sum danir rópa "hæleri".

 

Báðar døturnar hjá Brittu Nielsen eru eisini skuldsettar, men hvørgin teirra er varðhaldsfongslað. Sonur og báðar døturnar nokta seg sek, men Britta Nielsen sjálv hevur enn ikki tikið støðu til skuldsetingarnar, sum eru reistar ímóti henni.