Í gjár spældu TB og KÍ í fyrsta umfari í Effo-deildini.Úrslitið gjørdist 1-1, eftir at KÍ var á odda 1-0 og TB hevði fingið tveir mans útvístar, tá ein, at síggja til, vandaleys afturlegging snýtti Meinhardt Joensen í málinum.
Til ber at síggja sjálvmálið við at trýsta HER (kvf.fo)
- Vit tosaðu nevniliga um tað í hálvleikinum, at 5-metur strikan gav bóltinum eitt lítið hopp. Eg var ikki nóg vakin í tí støðuni í dystinum, sigur Meinhardt Joensen við Rás2.
Les eisini: Adeshina Lawal heldur at Atli Gregersen eisini skuldi verið útvístur
TB fekk bæði Albert Adu og Martin Tausen útvístar í seinna hálvleiki.
Effo-deildin 1. umfar:
HB-AB 2-2
NSÍ-FC Suðuroy 6-1
Víkingur-ÍF 2-2
TB-KÍ 1-1
EB/Streymur-B36 (Útsettur til týsdagin)