Bronsa á Oyggjaleikunum var stórt

Heðin Joensen er Innkeyps- og flutningsstjóri í PM Heilsølu, og tað dámar honum væl. Hann hevur verið ógvuliga aktivur í ítrótti, og fylgir framvegis við. Hann hevur ikki seyð, men lambskjøt av øllum slag er tað besta, hann fær at eta

Verður eisini brúk fyri heilsølum í framtíðini?
Ja, heilt avgjørt, tí vit umboða framleiðaran í mun til stóru keturnar, har alt, sum telur er prísurin.

Hvat er tað góða við starvinum?
Eg havi við nógv fólk at gera, og tað krevur, at man er umhugsin og struktureraður í tí, man ger, og tað dámar mær væl.

Hvat ger tú í frítíðini?
Ikki so nógv longur, men eg havi verið ógvuliga aktivur innan ítrótt, og eg fylgi framvegis væl við.

Hvussu heldur tú teg í form?
Tað kundi verið betri, men eg royni at vera í Yndi viðhvørt.

Ferðast tú nógv í egnum landi?
Ikki nógv, men nakað. Ikki so nógv út á útoyggjarnar, men sum sagt, nakað annars.

Hvat er tað besta, tú fær at eta?
Lambskjøt. Alt møguligt slag av lambskjøti.

Hevur tú fenað?
Nei.

Hvørja serliga hending minnist tú frá tínum aktiva ítróttalívi?
Tað eru fleiri hendingar, sum eg minnist, men tað, sum stendur fremst í minninum er, tá vit á Oyggjaleikunum í Føryum í 1989 fingu eitt bronsuheiðursmerki. Tað er ikki nakað serligt í dag, men tað var stórt tá.

Lesur tú nógv?
Nei, men eg eri byrjaður at lesa eitt sindur nú.

Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Fótbóltur er greitt nummar eitt, men annars dámar mær væl eitt sindur svartan humor.

Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar næstan allan tónleik, men hendan nýggja – hvat eitur hon – Adele er góð.

Verður tú at finna í sama starvi um 10 ár?
Tað er ilt at siga, nógv kan henda í 10 ár, so... Men hetta er eitt fantastiskt starv og ein fantastisk fyritøka, so tað fáa vit at síggja.