Tað gongur rættiliga væl í hond hjá føroysku skjúttunum á Bermuda.
Fyrsta dagin vunnu teir gull, og annan kappingardagin vunnu teir bronsu í liðkappingini.
Menorca vann við 157 stigum og Cayman Islands gjørdist nummar tvey við 150 stigum. Føroyar fingu 137 stig á triðja plássi, tvey meira enn Áland, sum fekk 130.
Teir, sum skutu fyri Føroyar í dag vóru Esmar Andreasen og Johnhard Klettheyggj.