Tað endaði 4-0 til favorittarnar í Víkingi, tá ið teir næstbestu hjá B68 leygardagin høvdu vitjan av Víkingi.
Hálvleiksstøðan var 3-0. Úrslitið ber við sær, at Víkingur og KÍ hava 44 stig. Hjá báðum feløgunum er málmunurin +17. Víkingur hevur skorað 41 mál, og KÍ hevur skorað 40 mál. Tí er Víkingur á triðja plássi og KÍ á fjórða plássi.
Í 27. umfari, sum verður fríggjadagin í næstu viku, fer Víkingur at spæla á heimavølli ímóti B36, og KÍ fer at spæla á útivølli ímóti HB. B68, sum er flutt niður, fer fríggjadagin at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
Leygardagin var Víkingur frammanfyri 3-0, tá ið eitt korter var farið á Svangaskarði.
Tvey tey fyrstu málini hjá Víkingi skoraði Sigmund Hansen á Líðarenda. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 18 ára gamli Sigmund Hansen á Líðarenda var málskjútti í næstbestu deildini. Óla Kristian Skála Jacobsen økti um munin til 3-0 við sínum áttanda máli í ár, og 12 minuttir undan leikloki var tað Jákup Andrias Thomsen, sum staðfesti 4-0 sigurin hjá Víkingi. Hetta var fimta málið hjá honum í 1. deild í ár.