Hjá báðum pørtum varð fyri nøkrum árum síðani mett, at tað tænti søkini best at leggja saman. Felagsliðið í Sundalagnum hevur síðani samanleggingina havt góða gongd. Fyrr í summar vunnu teir steypakappingina fyri fyrstu ferð, í fjør vunnu teir silvur í landskappingini, og sunnudagin hevur EB/Streymur góðan møguleika at styrkja um sína støðu í kappingini um bronsumerkini.
Uppgávan hjá EB/Streymi sær hesa ferð hópin lættari út, enn hon hevur gjørt tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið EB/Streymur hevur fingið fult í Klaksvík og í Gundadali ímóti HB.
Hjá VB/Sumba eru allir spælararnir tøkir. Eisini Dánial J. Joensen, Jón Krosslá og Teitur Tausen, sum seinast vóru leikbannaðir.
Í Streymnesi er Gert Hansen uttanfyri orsaka av knæskaða.
Samansetta Suðuroyarliðið er longu flutt niður. Tað kann gott vera, at gongdin undanfarnu árini hevði havt verið uppaftur lakari, um Vágur og Sumba ikki høvdu havt lagt saman. Nú verður í hvussu so er tosað um uppaftur fleiri samanleggingar í Suðuroy. Hetta verður mett at tæna fótbóltinum í oynni, sum næsta ár ikki verður umboðað í fremstu røð.