Bronsuplássið er í eygsjón

Fyri aðru ferð í ár fer EB/Streymur at vitja ÍF. Fyrru ferðina gekk væl, tí tá vann EB/Streymur steypadystin 4-2. Ta ferðina var ÍF sera lítið sannførandi í verjuspælinum

Fyri fuglfirðingar kendist 1-0 tapið í Trongisvági sum stórt vónbrot. Eis­ini tí ÍF spældi seg til góðar mál­møguleikar. Ta ferðina vóru Karl Løkin og Thomas Asmussen sjúkir. Teir eru báðir tøkir aftur, og so er spurningurin, hvussu Flemming Christensen fer at seta lið­ið, nú Høgni Madsen rættuliga tykist vera komin í venjing.
Hjá EB/Streymi kemur tað væl við, at Arnbjørn Hansen er tøkur aftur. Tað munaði væl ímóti HB, at hann lítla løtu eftir steðgin varð settur á vøllin. Tað kemur illa við, at mið­vallararnir Pætur Dam Jakobsen og Pauli G. Hansen fram­vegis eru skaddir.
Støðutalvan sigur, at góður møgu­leiki er fyri, at møguligur vinn­ari í Fuglafirði kann lyfta seg upp á bronsuplássið.

Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Dagfinn Forná