Bros og Maria í Mentanarhúsinum

Tá mentanarvikan nærkast endanum sunnukvøldið 22. september, verður konsert við sangbólkinum Bros og Mariu

Bólkurin Bros og Maria verða at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnukvøldið 22. september frá klokkan 20-22.

 

Bros gjørdist í 1986 kendur sum sangbólkur um allar Føroyar við útgávuni “Heima". Fleiri sangir av útgávuni gjørdust fólkogn, og summir teirra eru enn at hoyra við jøvnum millumbilum.

 

Nú hevur Bros gjørt eitt rættiligt "come back",  sum byrjaði við eini væl móttiknari framførslu á summarfestivalinum.

 

Framførslan við Bros á mentanarvikuni í Fuglafirði verður soleiðis eitt einastandandi høvi at hoyra allar slagararnar aftur. 

 

Sunnukvøldið 22. september verður eisini útgávukonsert við Mariu, sum herfyri gav út sína fyrstu fløgu, “Vøkur er Verðin”.

 

Fyrsta staklagið av fløguni “Sum eitt Summar” hevur verið sera væl móttikið og hevur eisini verið nógv at hoyra.