Brot úr brævi (II)

   

"?. Tolin trívst, plaga vit at taka til, tá ið eitthvørt dregur út, ella okkara tol av avísumorsøkum skal standa sína roynd. Um nakrar dagar hevur tú verið har á sjúkrahúsinum í tveir mánaðar, og hóast bæði tú og eg og børnini eru við góðum toli, so er saknurin stórur, og stundum kennast dagarnir so tómir. Eg haldi, at lítli beiggi so smátt er givin við at spyrja: nær kemur babba heim? ? Men í tínum seinasta brævi, sum eg fekk í gjár, ert tú lættur og bjartskygdur, tí yvirlæknin við serkunnleika í tínari sjúku hevur uggað teg við, at tín sálarstyrki, títt góða sinnalag og dugnalig sjúkrahúshjálp gera sítt til, at tú um nakrar vikur aftur er heima saman við okkum, og at tú um einar 2 til 3 mánaðar leggur frá landi at troyta mið og grunnar, sum er títt hálva lív.
Um eg hevði torað at flogið, vildi eg komið niður til tín beinanvegin, men sum tú veist, so eri eg so býttislig ikki at hava álit á flúgvingini, av tí at útbyggingin av flogvøllinum, sum skuldi verið gjørd fyri fleiri árum síðan, ikki er gjørd, og tólini til endamálið hava ligið øll hesi árini óútpakkað í onkum pakkhúsi, og mær er fortalt, at einki fer at verða útbygt ella gjørt við flogtrygdina, tí at loysingarmenn ella teirra politikkur er orsøkin til óskilið. Hvat fara teir at siga ? Hann straffi mín munn ? tann dagin ólukkan er hend. Mær er fortalt, at meira enn 100.000 fólk ferðast um flogvøllin um árið. Tað var ikki meira enn sjálvsagt, at landsstýrismaðurin við flogferðslu um hendi greiddi okkum frá hesum álvarsmáli. Og álvaratos góði Jógvan, eg vildi ikki verið hann. Eg havi í dag bílagt mær pláss við nýggju "Norrønu" um einar 3 vikur, tí tá koma eg og lítli beiggi niður at vitja teg, og vit verða saman við tær í eina heila viku. Eg gleði meg ómetaligt.
Tíðin fellur mær long serliga náttin, tí svøvngávurnar eru ikki so góðar, sum tær hava verið. Men hetta hevur tó tann fyrimun, at tá friður er undir lonini,, og alt arbeiðið er fingið frá hondum, kann eg sita ofta út á náttina og lesa. Allar tínar bøkur, sum eg í mong ár ikki havi haft stundir at lesa, eri eg so smátt farin at blaða í. Í løtuni lesi eg tann russaran, sum tær dámar so væl, og hóast hann er tungur og krevur umhugsan, so gerast torskildu orðini so livandi og sonn. Hann skrivar einastaðni nakað soleiðis, (tú hevur óivað lisið bókina fyri langt síðani, og tær líkt hevur tú kanska lisið hana meira enn einaferð):
"Okkara samfelagspolitikkur manglar haldgóð fundamentir, sum eru neyðug til andaligan og handaligan tryggleika, ið gevur mannsømiliga tilveru hjá øllum, sum í hesum landi búgva. Okkum tørvar aðrar tónar og onnur orð, ikki um nýggjar samfelagsteoriir, ideologiir og trúfrøði men orð og tónar, sum avdúka stirðnaðar og óektaðar religiøsar trúarlærur og allar ideologiir sum ivasamar. Hesi nýggju orð og tónar koma ikki ítøkiliga til sjóndar, tey verða ikki søgd beinleiðis, men gera vart við seg sum ósagdir pástandir um, at uttan at sýna hvør øðrum virðing verður lívið marra og líðing við øvund, illgitingum, hat og girnd."
Bert 40 ár eftir at bókin, sum eg siti og lesi, kom út, varð Russland díkt undir og fólkið niðurbundið av eini fanatiskari rørslu við støði í nationalismu, sum í 70 ár kostaði ótaldar milliónir av fólkum lívið.
Góði Jákup, eg eri so býtt, men hvussu heldur tú, tað fer at síggja út í Føroyum um nøkur ár. Vit hava nú í longri tíð hoyrt endaleyst tos um framburð og frælsi, um sjálvberandi búskap, um og-so-víðari-patentloysnir og mannminkandi tiradir um danska olmussu til sjúk, gomul, avlamin og ung lesandi. Er hesin orðvavstur og hendan eyðmýking av flest øllum føroyskum heimum støðið. ið vit og okkara børn skulu byggja á? Hetta ger meg í ørviti og ótrygga, tí um er tað so galið, sum hesir fólkavaldu pota í okkum dag og dagliga, og her hugsi eg serliga um sjúkrahjálpina til tín á sjúkrahúsi í Keypmannahavn og til lesturin hjá Jákupi á universitetinum í Aarhus, at vit fáa olmussuhjálp úr Danmark, so er tað betri at bæði tú og sonurin koma heim sum skjótast. Vit kunnu so trálesa bókina hjá Eiðis lækna um gomul føroysk heimaráð, og kanska har finna tíni sjúkaeyðkenni og soleiðis fáa heilsubót. Jákup má so fáa sær eitt og hvørt arbeiði at liva av, tí tann útbúgvingin, sum hann ætlaði sær at fáa í Aarhus, ikki fæst í Føroyum. Ja, Jógvan, nú fór blóðtrýstið í so høgt upp.
Tað gongst væl við lesingini hjá lítla beiggja. Nú ein dagin sat hann so hugagóður og stavaði seg ígjøgnum ævintýrið hjá H. C. Andersen, "Nýggi búni keisarans". Eg kom tá at hugsa um okkara oljumálaráð við ráðharra, embætisfólkum og starvsfólkum, sum í 5 ár hava arbeitt við ongari olju. Hetta átti at komið í Guinnessbókina. Men kanska fara øll hesi fólk ein skjønnan dag at hoyra eitt lítið barn siga: "Pápi, ráðharrin er nakin"? Og Harrin viti, hvussu nógvar 100-tals milliónir tað hevur kostað okkum skattaborgarum at spæla oljusjeikadømi.
Í einum av mínum brøvum fortaldi eg tær um løgtingsmann, sum er av teirri áskoðan, at ein kiosk átti sín leiklut, tá ð skriðibakkin leyp, og vit øll endaðu á blámanum orsakað av løgtingslógum við ongari umsiting og umsiting við ongum løgtingslógum. Nú er hesin sami maðurin aftur í bløðunum íblástur við politiskari skizofreni og paranoia. Eg sendi tær sum avtalað bløðini hvønn leygardag, so kanst tú sjálvur lesa greinina.
Eitt kvøldið hevði lítli beiggi og 3 aðrir smádreingir verið á seiðabergi á Skarvhellu, og teir komu aftur við 22 stórum seiðum, tveimum berggyltum og einum stórum reyðfiski, tað var ikki meira enn, at teir knógvaðu fongin til hús. Hetta kvøldið fingu vit stoktan seið, breyð og seiðalivur. Ja, nú rennur úr tonnunum, kann eg ætla.
Góði Jógvan, nú er songartíð, farið er um miðunátt, og ikki mugu vit falla í fátt, tí nú er niðurteljingin, tá ið farið verður umborð á nýggju Norrønu "bound for" Ríkishospitalið, byrjað.
Eg gleði meg!!"

Kærar heilsur frá
okkum 5, kona tín