Vit kanna allar mannagongdir eftir í seyminum, og myndugleikarnir eru kunnaðir, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, eftir at eitt flogfar hjá felagnum misti annað nasahjólið í Kastrup í nátt
Fyribils kanningar hjá Atlantsflog benda á, at trupulleikin var ein feittsmurd lega, sum hevur ?smita feittið? ? og soleiðis er tornað upp. Síðani er legan helst brotnað, og hjólið gliðið av akslinum. Hetta kann vera forkláringin uppá, hví flogfarið hjá Atlantsflog misti annað nasahjólið.
Magni Arge, stjóri, sigur, at flogfarið hevur tvey næsahjól, sum ikki eru tengd hvørt av øðrum meira enn so, enn at tey eru á sama beini. Flogfarið hevur eina ávaringarskipan, sum sigur frá, um hjólið fer upp ella niður ? men ikki um hjólið er á ella ikki, ella um hjólini eru punkterað.
Hjólið var funnið á taxvegnum út til sjálva farbreytina, so tað er helst ikki dottið av undir fráferð, men meðan flogfarið koyrdi út móti farbreytini.
Atlantsflog hevur boðað myndugleikunum frá óhappinum.