Brotsmenn eru vanlig fólk­ men okkurt er gingið galið hjá teimum

Brotsmenn eru vanlig fólk

­ men okkurt er gingið galið hjá teimum

Randi Jacobsen


Tá fólk hava gjørt eitt álvarsligt brotsverk, sum tey fáa harðan dóm fyri, kunnu tey ikki sita dómin í einum varðhaldi sum tí í Havn. Tey skulu í afturlatin fongsul, sum vit eingi hava í Føroyum, og tey fara tí til Danmarkar at sita.

Í Danmark eru fleiri afturlatin fongsul, og eitt av hesum fongslum er Herstedvester. Fangarnir har eru dømdir at sita í hvussu er fimm ár. 130 fangar eru í hesum fongslinum. Har er ein kvinnudeild og ein deild fyri grønlendingar.

Í Herstedvester arbeiða í løtuni fýra føroyingar sum fangavørðar, og ein teirra er Sigmund Jensen. Hann roknar seg fyri at vera føroying, sjálvt um hann er føddur í Roskilde, og pápin er dani. Mamma hansara er úr Nólsoy, og Sigmund hevur altíð ferðast í Føroyum og búði eisini her í nøkur ár sum stórur skúladrongur.

Sigmund var útlærdur málari og hevði arbeitt sum sveinur hálvt annað ár, tá hann sá lýsing í bløðunum um fangavørðsarbeiði í Herstedsvester. Hann søkti og byrjaði 1. oktober 1994. Tað er trý ára royndartíð, sum samstundis er ein útbúgving, so 1. oktober í ár hevur Sigmund fast starv í hesum afturlatna fongslinum.

Sigmund vil ikki tosa um tey, sum sita í fongslinum. Føroyingar hava sitið í Herstedvester, men um nakar situr har nú, vil hann ikki siga, tí sigur hann nakað, er so skjótt, at onkur kennir aftur.

Fyri at fáa arbeiði sum fangavørður krevst vanlig skúlagongd, og gott er at vera handverkari, tí í fongslunum eru fleiri verkstaðir, har fangarnir arbeiða, og fangavørðarnir skulu helst kunna vera við. Í royndartíðini, útbúgvingini, hevur fangavørðurin fleiri fak, hann lærir um revsirætt, psykologi, kriminalforsorgarlæru o.m.a.

­ Alt snýr seg ikki um trygd og ordan í einum fongsli. Okkara uppgáva er líka nógv at hjálpa fangunum, vit eru eitt slag av sosialráðgevum, sigur Sigmund.

Fleiri kvinnur eru eisini fangavørðar, og tað er eingin forðing. ­ Eg haldi, at tað ofta er ein fyrimunur, at kvinnur eisini eru fangavørðar, tí viðhvørt duga tær betur at tosa við fangarnar.

Tað er so nógv, sum ein fangi ikki kann gera sjálvur, tí hann er avskorin frá umheiminum. Eitt nú øllum pappírum mugu fangavørðarnir tí hjálpa fangunum við. Tað kemur eisini tann dagur, tá teir dømdu sleppa út aftur, og fangavørðarnir hjálpa tá t.d. við at finna teimum eitt stað at búgva.


Arbeiða og í skúla

Arbeiðsdagurin gongur við, at fangavørðarnir fara runt at vekja og siga góðan morgun. Fangarnir hava so hálvan tíma til at gera seg klárar, áðrenn teir fara til arbeiðis. Um onkur er sjúkur ella av onkrari orsøk ikki vil til arbeiðis, tekur fangavørðurin sær av tí. Meðan fangarnir arbeiða hava fangavørðarnir altíð ymist at gera fyri fangarnar.

Í fongslinum eru fleiri verkstaðir, har fangarnir arbeiða, og teir fáa eisini løn. Har er m.a. ein medaljuverkstaður, eitt bókbindarí og eitt brævbjálvavirki. Á snikkaravirkinum gera fangarnir borð og stólar, sum verða seld uttan fyri fongslið. Teir fangarnir, sum um stutta tíð verða latnir leysir, kunnu arbeiða í gartnarínum. Vakstrarhús eru eisini á fongsulsøkinum.

Men allir fangarnir arbeiða ikki alla tíðina. Ein partur av fangunum hevur lítla ella vánaliga skúlagongd, og í fongslinum kunnu teir bøta um hetta við at taka 8. og 9. flokk.

­ Endamálið er alla tíðina at gera fangarnar førar fyri at venda aftur til tað vanliga samfelagið.

Tí hava fangarnir eisini vanligar skyldur sum onnur fólk eisini hava, tí teir skulu læra, at tað eru ymsar bundnar uppgávur. Teir gera sjálvir mat, og teir fara eisini sjálvir til handils ­ innan fyri múrarnar.

Sigmund sigur, at sum heild eru brotsmenninir heilt vanlig fólk, men okkurt er bara gingið galið fyri teir. Teir flestu eru eisini fitt fólk.


Lesa nógv

Nógvir av fangunum vilja bara hava frið, meðan teir eru í fongslinum. Summi fara í onkra útbúgving, og summi lesa nógv, tí tað ræður um at fáa tíðina at ganga.

Annars hevur fongslið nógv at bjóða teimum av frítíðarítrivum. Har er m.a. fótbóltsvøllur, og viðhvørt verða fótbóltslið uttaneftir boðin inn at spæla ímóti liði av fangunum.

Sigmundi dámar væl í Herstedvester. Í lærutíðini hevur hann verið runt á øllum deildum, men til endans verður hann fast onkrastaðni.

­ Tað er best at arbeiða fast á einum stað, tí vit hava jú við fólk at gera, og vit eru kontaktfólk hjá fangunum.

Sigmund hevur júst verið í Føroyum og ferðast í fimm vikur, og hevði hann ikki havt sítt góða arbeiði at farið aftur til, hevði honum dámt lítið at farið.

Sigmundur letur væl at arbeiðinum í Herstedvester. Starvsfelagarnir eru fittir, og samanhaldið gott. Tað hevur nógv at siga, tá tey hava við so nógv ymisk fólk at gera. Sjálvt um Sigmundi dámar væl at vera fangavørður, er hann ikki heilt vísur í, at hetta verður hansara lívsstarv.

­ Eg havi eisini ofta hugsað um at blivið politistur, sigur hann.