Broyti eg ætlanina, fái eg fótin alt fyri eitt

Henrik Old vil ikki lova norðoyingum at taka teir framum

- Vil Løgtingið játta pengarnar, er gaman í at gera tunlar.

 

Tað var boðskapurin frá Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum, tá ið norðoyingar skipaðu fyri fundi um tunlarnar Norður um Fjall.

 

 

Les eisini: Kann verða størsta vanlukka í Føroyum

 

 

Endamálið við fundinum var at skunda undir ætlanina at gera nýggjar tunlar Norður um fjall.

 

Sum víst er á í aðrari grein her á www.in.fo, hava politikarar gjørt beint øvugt av tí, Landsverk mælti til. Landsverk mælti nevniliga til at gera tunlarnir Norður um Fjall fyrst, síðani Hvalbiartunnilin og at enda, Viðareiðistunnilin.

 

 

Les eisini: Tí eru tunlarnir Norður um Fjall koyrdir afturum

 

 

Men síðani samdust politikararnir um at venda raðfylgjuni á høvdið, og at gera Viðareiðistunnilin fyrst, síðani Hvalbiartunnilin, og sostatt endaðu tunlarnir Norður um Fjall aftast í røðini.

 

Men áðrenn tunlarnir Norður um Fjall vórðu lagdir á ís, vórðu teir projekteraðir og sostatt er klárt at fara undir arbeiðið.  Og nú Viðareiðistunnilin er liðugur, strongdi fundarfólkið á Henrik Old fyri at venda aftur til tilmælið hjá Landsverki og at seta tað lidna projektið um tunlarnar Norður um Fjall, í verk beinanvegin.

 

 

Les eisini: Gera ábøtur á tunlarnar Norður um Fjall

 

 

Men tað er Henrik Old ikki við upp á.

 

Hann staðfestir, at politisk semja varð um eina aðra raðfylgju enn tað, Landsverk mælti til, og nú vendst ikki aftur.

 

- Tað hevði verið tað bera kávalæti  av mær at lova tykkum at taka tunlarnar Norður um Fjall framum.

 

 

Les eisini: Trygdin í tunlunum er ikki nøktandi

 

 

Sum støðan er nú, sær hann ikki nakra aðra loysn fyri sær, enn at halda fast um politisku semjuna um, at tá ið Viðareiðistunnilin er liðugur, stendur nýggjur Hvalbiartunnil fyrst fyri.

 

- Broyti eg tað raðfylgina, fái eg fótin alt fyri eitt, leggur hann afturat.

 

Men Henrik Old vissaði norðoyingar um, at hann fer at royna at framskunda allar tunlarnar, so at teir verða lidnir nakað fyrr enn ætlað. Og fæst undirtøka fyri tí, og fæst játtan til endamálið, skal hann ikki leggja teimum eitt hálmstrá vegin.

 

Men pengarnir eru ógvuliga avmarkaðir, og ynskini eru ógvuliga nógv, so tað er avmarkað, hvat vit fáa gjørt, sigur hann.

 

Hinvegin vísir landsstýrismaðurin eisini á, at Landsverk fer undir at gera ábøtur á tunlarnar fyri at bøta um trygdina.

 

- Og eg kann í hvussu so er lova tykkum, at tær ábøtur, sum verða gjørdar, fara ikki at elva til, at tunlanir verða útsettir.

 

Hinvegin vísir hann á, at hvalbingar eru eisini í eini neyðstøðu við sínum tunli, tí hann lýkur heldur ikki krøvini. Í Hvalba er fiskavirki, trolvirki og fleiri stórir trolarar, so tað er øgilig nøgd av farmi, sum skal flytast ígjøgnum tann ” virkuliga elendiga” tunnilin, tey hava, sum hann málber seg.

 

- Hvørja ferð, fiskur verður førdur ígjøgnum tunnilin, má tað verða á sergjørdum treylara og við hjálp frá løgregluni, so tey hava eisini harðliga brúk fyri einum tunli, staðfestir Henrik Old.

 

- Tí fari eg ikki at lova norðoyingum, at Hvalbiartunnilin verður koyrdur afturum tunlarnar Norður um Fjall.

 

- Men eg fari at royna at framskunda alla tunnilsætlanina, men eg kann ikki lova nakað, leggur hann afturat.