Martin Pauli Jacobsen
Føroyingar á landi hava út av lagi vánalig kor at arbeiða í altjóða vinnu. Landið tekur sær rætt til at skatta fólk sum slettis ikki búgva í Føroyum.
Í tí fylgjandi vil eg gjøgnumganga munin millum ta donsku og ta føroysku skattalógina í teimum førum, tá eingin dupultskattaavtala er við avvarðandi land.
Danmark:
Danmark hevur eina skattalóg, ið tekur atlit til at donsk virkir/einstaklingar, ið arbeiða uttanlands skulu vera kappingarførir í altjóða vinnu.
Danmark frásigur sær øll skattakrøv, um ávísar treytir eru uppfyltar.
Treytirnar innibera m.a., at persónurin má hægst uppihalda sær 42 dagar í Danmark í eini 6 mánaða periodu. Hann má eisini verða vekk úr Danmark í minsta lagi 183 dagar av einum ári. Um hesar treytir verða uppfyltar, merkir hetta, at ein danskari, ið arbeiðir í einum lágskattalandi ikki betalur danskan skatt. Hetta sjálvt um familjan er eftir í Danmark. Hetta er ein av grundunum til at danskarar hava megnað at uppbygt sær eina sera sterka rágevaravinnu sum t.d Cowi, Kampsax, ... ið arbeiða runt allan heim.
Føroyar:
Ein føroyingur skal altíð betala fullan føroyskan skatt.
Dømi: Ein føroysk familja flytir til eitt lágskattaland. Um familjan flytur heim til Føroyar nøkur ár seinni, so fær hon føroyskan skatt tilbakarvirkandi aftur í tíðina. Hetta merkir, at henda familjan ikki kann flyta heim aftur. Familjan verður ruinerað, um hon eftir t.d fýra árum flytir aftur til Føroyar, tí hon fær 50% føroyskan skatt afturvirkandi.
Sum føroyingur kanst tú ikki flyta út í verðina at búgva í eitt longri tíðarskeið, uttan at verða fult skattapligtigur í Føroyum. Hetta er langt úti. Familjan býr ikki í Føroyum, men hóast hetta tekur skattavaldið sær rættin til at skatta persónin í Føroyum. (Hesin persónurin hevur ikki valrætt í Føroyum sama tíðarskeið, skil tann, ið skilja vil.)
Føroyar hava brúk fyri nógvum fólkum við útbúgving um Føroyar skulu útvikla seg frá einum fiskivinnusamfelagi. Um vit t. d samanlíkna antal verkfrøðingar í Føroyum við í Danmark, so eiga danir 5 verkfrøðingar fyri hvønn, ið Føroyar eigur. Soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum.
Niðurstøða:
Vit hava DIS og FAS skipanina, tí tað er politiskur vilji til at sjómenn skulu kunna arbeiða uttanlands til altjóða treytir. Á hesum økinum hava politikararnir fatað, at sjófólkið hevði flutt til annað land at búgva, um vit ikki høvdu DIS og FAS skipanina.
Her hava politikararnir gjørt nøkur strategisk trekk fyri kappingarføri hjá sjóvinnuni.
Men hvat við fólki, ið arbeiða á landi og hava hug at arbeiða í altjóða vinnu? Hví skulu tey ikki gerast kappingarfør? Her er eingin strategi at gera tað attraktivt hjá hesum fólkum at búgva í Føroyum. Føringar á landi, ið hava hug at arbeiða í altjóða vinnu, fara ongantíð at velja at búgva í Føroyum við verandi skattalóg. Tí má verandi skattalóg broytast!! Eg vil skjóta upp, at ein arbeiðsbólkur verður settur umboðandi verkafeløgini og arbeiðsgevararnar, ið skal gera eitt uppskot til eina kappingarføra skattalóg fyri fólk á landi, ið arbeiða í altjóða vinnu.
Fylgjandi brot er úr donsku skattalógini.
Hovedregel for dansk skat ved arbejde i udlandet
Skemaet nedenfor kan bruges som tjekliste for, om du kan få lempelse for dansk skat efter en særlig regel i dansk skattelovgivning. Denne regel skal ses i sammenhæng med dobbeltbeskatningsaftalerne. Hvis disse er mere lempelige end denne regel, anvendes denne, og du behøver ikke at bekymre dig om, hvorvidt alle de detaljerede regler i skemaet er opfyldt. Det er meget vigtigt at planlægge sit udlandsophold omhyggeligt. Blot en dag for meget i Danmark på ferie kan koste i hundredetusindvis af kroner.