Broytt skrá og nýggjar sendingar

Mánadagin fer Útvarpið at seta í verk tær síðstu broytingarnar í sambandi við, at vetrarhálvan hjá ÚF byrjar

Vetrarskráin hjá útvarpinum:

Tá verður senditíðin longd, og í vetur fer ÚF at senda til kl. 23.00 á kvøldi frá mánadegi til fríggjadag. Leygarkvøld verður sent til kl. 01.00, og sunnukvøld fer útvarpið at gevast kl. 21.00.

Nú verða fleiri av teimum góðu, gomlu vetrarsendingunum aftur at hoyra, sum eitt nú Heimabeiti, Viðurgerði, Tilvera, Fólk og Frítíð, Crescendo, Zip og Nón.

Barnaútvarpið byrjaði sína vetrarskrá fyri trimum viku síðani, og eins og undanfarna vetur verður barnaútvarpið sent aftur klokkan 18.00.

Nógv nýtt á skránni
Nógv nýtt verður eisini á skránni í vetur. Hvørt mánakvøld kl. 19.00 verður ein mentanarsending, sum fer at viðgera tað, sum í breiðum týdningi rørist í føroyskum mentanarlívi. Høgni Djurhuus og Leif Láadal fara at skipa fyri.

Útvarpið fer at seta eina bygdarsending aftur at á skránna. Reportasjurnar hjá Studio Pegasus og Suðurrás verða aftur á skránni, og harumframt verður farið undir eina reportasju úr Eysturoynni. Hesar sendingarnar verða at hoyra klokkan 17.05 mánadag, týsdag og hósdag.

Mikudag verður orðaskifti á skránni. Vikuskiftissendingin verða víðkað til tveir tímar fríggjadag seinnapart. Tað verða teir báðir Kári Sólstein og Suni Merkistein, sum fara at taka sær av henni.

Leygarkvøld verður spurnarkappingin aftur fastur táttur á skránni, og hon verður send hvørt leygarkvøld fyrru helvt av vetrinum.

Útvarpið hevur avgjørt at umskipa kvøldskránna soleiðis, at tímarnir millum klokkan 20.00 og 23.00 eru skipaðir í eina flatu, har litið verður aftur á útvarpsdagin saman við góðum tónleiki. Klokkan 22.00 verður sendingin Nón frá seinnapartinum aftur at hoyra.

Hetta eru bert nakrir fáir av teimum mongu tættunum, sum útvarpið fer at bjóða lurtarunum í vetur. Hvørja viku verður sent í 110 tímar, og útvarpsmanningin vónar við hesi vetrarskránni at kunna bjóða lurtarunum eina fjølbroytta, góða og undirhaldandi útvarpsskrá.