Fiskiveiðiavtala
Føroyar og Ísland hava undirskrivað sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2005. Sáttmálin millum londini er at kalla hin sami, sum tann, ið nú er farin úr gildi.
Jens Hegi Toftum, sum starvast í Fiskimálaráðnum, sigur, at føroyingar eftir nýggja sáttmálanum kunnu fiska 5.600 tons av botnfiski í íslendskum sjógvi, harav í mesta lagi 1.200 tons av toski. Aftrat hesum hava føroyingar eina kalvakvotu undir Íslandi, sum er 80 tons.
Føroyingar kunnu eisini fiska 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi í vertíðini, 2005/2006, og somuleiðis kunnu vit fiska 10.000 tons av lodnuni, sum vit hava í sáttmálanum við Grønland, í íslendskum sjógvi.
Jens Helgi Toftum sigur, at sambært sáttmálanum kunnu føroysk og íslendsk skip fiska norðhavssild og svartkjaft hjá hvørjum øðrum.
Íslendsk skip kunnu fiska 2.000 tons av hetlandssild í føroyskum sjógvi og 1.300 tons av makreli.