Tað er Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, sum hevur gjørt ein fríledisætlan, sum leggur upp til at fremja ymisk átøk hvørt eftir annað, skrivar býráðið í fundarfrásøgn frá seinasta býráðsfundi.
Í 2019 vóru nøkur av átøkunum framd. Hesi vóru:
1. Nýggj gróðurseting, sum styðjar uppundir verandi viðarlund, og sum samstundis virðir serstaka landslagið í dalinum.
2. Víðka um gøtukervið og skapa atgongd til størri part av økinum.
3. Fleiri beinkir fram við gøtunum.
Sambært ætlanini er næsta átak, ið skal raðfestast, átak 4.
4. Lætta um atgongd tvørtur um ánna á ávísum støðum, við at gera smáar timburbrúgvar.
Um málið skrivar býráðið í fundarfrágreiðingini soleiðis:
Grøna økið og viðarlundin í Havnardali er eitt fríøki, ið verður dagliga nýtt av mongum.
Sandá rennur ígjøgnum økið, og er hon samlandi fyri fríluftsvirksemið í Havnardali.
Sum nú er, eru gonguleiðir lagdar inn í lendið báðu megin áarbakkan, men ongar gongubrúgvar eru gjørdar yvir um ánna, sum ger tað torført og til tíðir vandamikið at koma sær yvirum.
Sambært frílendisætlanini hevur júst hetta sambandið yvir um ánna eisini ein berandi leiklut í upplivingini av staðnum.
Roknast kann við, at hetta fríøkið fer at draga munandi fleiri fólk at nýta økið komandi árini í tráð við at býurin veksur, og at økið millum Horna verður bygt.
Í fyrstu atløgu verður mett ráðiligt at gjørdar verða tríggjar brúgvar í økinum.
Umframt at økið er innan fyri friðingarlinjuna við Sandá og skal Náttúrufriðingarmyndugleikin sostatt hoyrast og geva loyvi til brúgvarnar.
Upplýsingar frá umsitingini
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at farið verður undir at gera brúgvarnar, treytað av loyvi frá friðingarmyndugleikanum, at játtaðar verða kr. 1 mió og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.
Byggi- og býarskipanarnevndin samtykkir 8. mars at taka undir við tilmælinum.
##med2##
Fíggjarnevndin samtykti 17. mars 2021 at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini og beina málið í býráðið. Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi 25. mars 2021.
Síðani 2018 hevur Tórshavnar kommuna gjørt almennar lendisgøtur báðumegin áarbakkan í fríøkinum í Havnardali. Hetta er bæði inni á lendinum eystaru megin ánna, sum kommunan eigur, og eisini inni á lendinum vestaru megin hjá festaranum á Velbastað, Dánjal Paula í Búðini. Hesar lendisgøturnar eru gjørdar sambært frílendisætlanini fyri Havnardal, sum býráðið samtykti í 2018.
Ein partur av hesum ætlaða lendisgøtuteininum er í gerð nú, og skal hesin eftir ætlan knýta gøturnar og brúgvarnar í økinum saman í ein samlaðan kring-gongutein.
Festarin sigur, at ongin greið avtala er gjørd við seg í sambandi við at Kommunan fór í gongd við at gera lendisgøtur á festijørðini hjá bóndanum í 2018.