– Brúgvin er tátíðarinnar undirsjóvartunnil á onkran hátt, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, tá vit hitta hann á máli, nú tey um vikuskiftið fara at hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin síðan fast samband kom um Sundalagið.
Fasta sambandið kom, tá brúgvin um Streymin lat upp fyri almennari ferðslu tann 30. oktober í 1973.
– Brúgvin er sambindingarliðið um Sudalagið og hevur bundið alt Sundalagið saman síðstu hálvthundrað árini, sigur Jógvan Kruse.
– Brúgvin hevur tí havt ómetaligan týdning, sum vit als ikki kunnu meta um, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu.
– Brúgvin er ein ímynd av Sundalagnum, sum knýtir okkum saman, Eysturoynna og Streymoynna, sigur hann.
Fóru at tosa um »milliónir«...
Borgarstjórin sjálvur er ov ungur at minnast tíðina fyri brúnna, men tað hevur hann sum vera man hoyrt nógv um.
Talan var um, sum vit síggja á síðunum frammanfyri, um størsta byggiverk í Føroyum, sum tá kostaði 13 milliónir krónur.
–Ja, eg minnist væl, at teir gomlu plagdu at tosa um, tá teir umrøddu verkætlanina við brúnni, at tá varð farið at tosa um »milliónir« – eins og vit í dag tosa um »milliardir«, tá undirsjóvartunlar verða umrøddir.
Brúgvin fekk beinanvegin tann týdning, at kommunurnar í Sundalagnum fóru undir skúlasamstarv um framhaldsskúla og realskúla, sum tá var. Hetta samstarv kom í lag meðan brúgvin stóð í gerð, og fyrstu tíðina komu næmingarnir av Streymoynni tvørtur um byrgingina.
Brúgvin grundarlag fyri skúlasamstarvið
Skúlasamstarvið á Felagsskúlanum á Oyrarbakka fevndi um kommunurnar Kollafjarðar kommunu, Hósvíkar kommunu, Hvalvíkar kommunu, Saksunar kommunu, Haldarsvíkar kommunu, Sunda kommunu (sum var Oyri, Oyrarbakki og Norðskáli tá), Eiðis kommunu, Funnings kommunu og Gjáar kommunu.
– Uttan fasta sambandið, so hevði alt verið munandi øðrvísi her á leið, sigur borgarstjórin.
Og hevur brúgvin havt ómetaligan týdning fyri økið í sundalagnum, so hevur hon ikki longur sama týdning hjá teimum, sum bara hava brúkt farleiðina – fólk hinumegin Norðskálatunnilin, nú Eysturoyartunnilin er komin. Merkja tey so nakað til tað í Sundalagnum?
##med3##
Ferðslan minkaði
– Ja, ferðslan er minkað. Tað merkja vit. Eysturoyartunilin hevur sum so ongan týdning fyri fólkið í kommununi. Tað mest ítøkiliga, vit fáa burtur úr honum er, at her er minni ferðsla. Vit spara einki, tað er ein kilometur styttri at koyra gjøgnum tunnilin, men kostar sjálvandi meira, ta farleiðina brúka vit ikki, sigur Jógvan Kruse.
– So samferðsluliga hevur Eysturoyartunnilin ongan týdning fyri okkum, sigur hann.
– Tað er gott fyri okkum, at ferðslan er minkað. Friðurin er tað, sum nógv leita eftir, og at ferðslan minkar, tað ávirkar trivnaðin tann rætta vegin.
– Men tað hevur so eisini eina aðra ávirkan á vinnulívið, og tað hava vit spurt eitt sindur um. Og sjálvandi síggja tey, at tað eru færri pendlarar, sum tey sakna, pendlarar, sum tey javnan sóu.
Men bæði handilslívið og Magn søgdu, at tey saknaðu nógv meira ferðafólkið undir koronu, enn pendlararnar.
– Og tey søgdu øll, at alt vinnulívið her er bygt rundan um fólkið, sum býr her og vit liva av tykkum, sum eru her.
Hann viðgongur tó, at onkrir pendlarar steðgaðu á – og tá talið av bilum, sum koyra um sundið, er minkað við á leið 2.000 um dagin, so merkist tað onkustaðni, heldur borgarstjórin.
– So ja, tað sæst aftur, tað er serliga í meldurtíðini, tá tað var øgiliga nógv ferðsla, tá fólk fóru til og frá arbeiði, og skuldu í skúla og so framvegis. Tá var mangan ringt at koma út á vegirnar, og tað er munandi lættar í dag, enn tað var tá, sigur hann.
##med2##
Stórt hátíaðrhald
Ja vit royna at hátíðarhalda dagin, tí brúgvin hevur sum sagt havt og hevur ómetaligan týdning fyri okkum.
Koyribanin broyttur eitt sindur, gongubreyt komin uttaná norðanfyri, og viðlíkahald økist so hvørt sum brúgvin eldist. Annars er brúgvin tann sama og hevur tann sama týdningin. Hon er ikki ein fløskuhálsur, als ikki.
Um vikuskiftið verða nógv tiltøk í sambandi við 50 ára haldið, sum sæst í skránni niðanfyri:
Skráin fyri 50 ára haldið
Leygardagin 28. oktober
10.00 - 17.00: Síg av brúnni og niður í ein bát, ella síg av brúnni og niður á gras (styttri túrur)
10.00 - 17.00: Fáa ein túr við skjóttsiglandi báti undir brúnni
10.00 - 17.00: GPS postarenning í náttúrulundini. Hetta er ígjøgnum allan dagin og man avgerð sjálvur nær man møtir upp. Best er at vaksin eru við børnum.
10.00 - 17.00: Kom inn í Eydnuna og tak eina mynd við okkara festliga ballón myndaveggi
10.00 - 17.00: Framsýning um brúnna í Eydnuni
10.00 - 17.00: Kom inn í Eydnuna og fá eitt diplom fyri síging av brúnni
13.00 - 13.30: Vit syngja føðingardagssangir undir brúnni
14.00 - 17.00: Stórt lagkøku føðingardagsborð í Eydnuni - øll eru vælkomin!
14.00: Bólkurin New Orleans framførur
14.30: Jógvan Kruse heldur røðu
15.00: Dennis holm heldur røðu
15.30: Signar í Homrum framførir nøkur løg
16.00: Edmund Joensen heldur røðu
16.30: Silja Johannesen framførir nøkur løg
Sunnudagur 29. oktobur
14.00 - 17.00: Súkkla, gang ella renn 50 ferðir um brúnna
16.00 - 17.00: Øll ið hava súkkla, runnið ella gingið yvir um brúnna fáa eitt diplom (eisini tey sum ikki hava gjørt túrin 50 ferðir). Diplomi fáa tit inni í Eydnuni
16.00 - 18.00: Ábit í Eydnuni fyri tey ið hava verið við
17.00 - 19.00: Fyrilestur, prát, sangur og drekkamunnur á Torginum í skúlanum við Streymin. Fyrilestur við Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen um arbeiði við brúnna. Prát við Heðin Zachariassen, Birgir Enni, Tummas Olsen og Edmund Joensen um brúnna. Limir úr Fuglafjarðar harmonikufelag spæla til felagssang.