Brutu 33 rútar í tinghúsinum

Alla nátt hava fólk fingist við at umvæla tinghúsið í Reykjavík og at rudda uttanfyri og inni eftir tey ógvusligu mótmælini í gjárkvøldið. Sambært løgregluni vóru umleið 8.000 fólk komin saman uttan fyri Altingið at mótmæla støðuni, sum samfelagið er komið í orsakað av bankakreppuni fyri tveimum árum síðani. Tey kyndu bál og tveittu egg og máling eftir tinghúsinum, sum hevði alskyns litir, tá mótmælini vóru liðug.

33 rútar í tinghúsinum brotnaðu, og tingmenn og ráðharrar fingu eina heilsan, tá teir fóru úr tinginum. Morgunblaðið skrivar, at fólk kastaðu grót eftir bilum teirra.

Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri, segði í gjárkvøldið, at hon fer at biðja andstøðuflokkarnar koma á fund við stjórnarsamgonguna at umrøða støðuna eftir tey ógvusligu mótmælini uttan fyri Altingið.