Fríggjadagin 6. august verður Brynhild Absalonsen í Klaksvík 85 ár.
Brynhild er ættað av Viðareiði. Foreldrini vóru Olaf Joensen og Sára, sum var ættað av Skælingi. Tá tey giftust í 1910, búsettust tey á Viðareiði. Brynhild var triðja barnið í systkinaflokki upp á seks. Haldor Olafson og Solveig Joensen, sum bæði búgva í Havnini, eru framvegis á lívi. Hini vóru Arne, ið doyði sum ungur, Herborg, sum var gift við Gunnari Gunnarson og Heini Svarthamar.
Í 1939 giftist Brynhild við Stefan Absalonsen við Løkin ella Stefan á Viðareiði, sum hann varð nevndur í Klaksvík.
Tey búðu fyrstu árini á Viðareiði, men nakað eftir kríggið fluttu tey til Klaksvíkar, har tey bygdu á Gerðareiði.
Brynhild og Stefan fingu seks børn, og sum hjá so mangari aðrari føroyskari konu miðskeiðis í farnu øldini, so var tað leikluturin hjá Brynhild at hava ábyrgdina av børnunum og heiminum, meðan maðurin fyri tað mesta var burturi á føroyskum og onkuntíð útlendskum kjøli.
Brynhild og Stefan vóru gift í 60 ár. Bara nakrar fáar dagar eftir, at tey í 1999 høvdu havt diamantbrúdleyp andaðist Stefan. Tey bæði vóru trúgv í samkomuni í Betesda, og tey hava eisini verið hollir stuðlar hjá Zarepta í Vatnsoyrum.
Gudsótti, gestablídni og friður vóru eyðkenni fyri hesi fyrimyndarligu og vísu hjúnini, og hóast Brynhild nú hevur rokkið teimum 85, so er hon framvegis gløgg, skilagóð og áhugaverd at koma á tal við.
Tvey av børnunum eru ikki okkara millum longur. Jóhannes, sum var føddur í 1940, druknaði á vánni í Klaksvík í 1968. Sára, sum var fødd í 1944, doyði av sjúku í fjør. Hon og maðurin, Jógvan Østerø av Trøllanesi, bygdu uppí hjá Brynhild og Stefani.
Árni, Elsa, Olav og Símun búgva øll í Havnini. Tað er hjá dóttrini, at Brynhild er at hitta seinnapartin fríggjadagin.